Ørar pengaupphæddir í Premier League

Premier League seldi í vikuni sjónvarpsrættindini fyri hálvt hundrað milliardir krónur

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Í vikuni seldi Premier League, sum er besta fótbóltsdeildin í Onglandi, sjónvarpsrættindini fyri tey trý kappingarárini millum 2016 og 2019. Sky Sports og BT Sport keyptu sjónvarpsrættindini.

 

Sky Sports keypti rættindini til 126 beinleiðis dystir fyri 42 milliardir krónur, meðan BT Sport keypti rættindini til at vísa 42 beinleiðis dystir fyri áleið níggju milliardir krónur.

 

Nógvu pengarnir hava fingið fleiri fólk innan fótbóltsheimin at krevja, at feløgini skulu lækka atgongumerkjaprísin til dystirnar, umframt at pengar mugu dryppa víðari í skipanin smáu lokalu fótbóltsfeløgini.

 

Millum teirra, ið hava sagt sína hugsan, er Gary Lineker, Jamie Carragher og Ian Wright, sum allir eru kendir úr fótbóltsheiminum. Formaðurin í Premier League, Richard Scudamore, hevur svarað aftur, at Premier League ikki er nakar hjálparfelagsskapur.

 

Premier League bleiv sett á stóvn í 1992. Tá blivu sjónvarpsrættindini fyri tey komandi fýra árini seld fyri 1,9 milliard krónur. Í gjár blivu trý ár seld fyri 51 milliardir krónur.

 

Her eru upphæddirnar, sum Premier League hevur selt sjónvarpsrættindini fyri:

1992-97: 1,9 milliard krónur

1997-2001: 6,7 milliardir krónur

2001-04: 12 milliardir krónur

2004-07: 10 milliardir krónur

2007-10: 17 milliardir krónur

2010-13: 18 millardir krónur

2013-16: 30 milliardir krónur

2016-19: 51 milliardir krónur