Føroyskur dani fegnast um sigur

Ida Norðfoss var sera glað, tá ið vit fingu orðið á hana eftir dystin ímóti Íslandi

Ida Norðfoss er nummar 14 á føroyska U17-landsliðnum. Hon sæst 3. uttast til vinstru í miðrøðini.

Ida Norðfoss er nummar 14 á føroyska U17-landsliðnum. Hon sæst 3. uttast til vinstru í miðrøðini.

Ein av teimum heilt góðu leikarunum hjá føroyska U17-landsliðnum var 16 ára gamla Ida Norðfoss. Ida hevur búð í Danmark alt sítt lív, og hon tosar bert danskt. Men mamman er føroysk, og tí kundi Ida velja at spæla við føroyska landsliðnum. Hon skoraði fimm mál í dag. Og sum vera man fegnaðist hon um tepra 25-24 sigurin yvir Íslandi,

 

- Kenslan er ótrúliga góð beint nú. Vit vistu ikki reiðiliga, hvat vit fóru inn til, tí at okkara lið er ikki serliga væl samanspælt. Men tað er frálíkt, at vit kortini vunnu dystin.

 

Undan dystinum kendi føroyska liðið ikki tað heilt stóra til íslendsku mótstøðukvinnurnar.

- Vit høvdu sæð sjónbandaupptøkur av mótstøðuliðnum, men annars kendu vit ikki heilt til styrkina hjá teimum. Vit trúðu tó upp á okkara kjans, men kortini haldi eg, at tær flestu helst eru eitt sindur bilsnar av, at vit vunnu dystin.

 

Spurd um, um føroyingar aftur kunnu vænta sigrar ímóti ávíkavist Kekkia og Russlandi, ivaðist Ida tó.

- Hini bæði liðini eru á einum heilt øðrum støði. Kropsliga eru tær sera væl fyri, og eisini eru tær størri enn vit. So vit mugu spæla enn betri enn í dag, um vit skulu fáa nakað burturúr í teimum næstu dystunum. 

 

Føroyar spæla ímóti Kekkia í morgin klokkan 19. Dysturin er aftur á høllini á Hálsi.