Føroyar er í fjórðingsfinaluni

Føroyska manslandsliðið í hondbólti vann í dag greiðan sigur ímóti Kosovo í Emerging Nations Cup.

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi í dag seinasta dystin í bólkaspælinum í Emerging Nations Cup, sum er í Kosovo. Eftir 34-34-javnleik ímóti Avstralia og 61-9-stórsigur ímóti Armenia, hevði Føroyar í dag møguleikan at spæla seg víðari sum eittari. Kravið var ein sigur ímóti vertstjóðini, Kosovo.


Kosovo var á odda 1-0 og 2-1, men tað skuldi vísa seg at gerast tær einastu ferðirnar, at Kosovo var á odda í øllum dystinum. Frá 8-6-leiðslu til 12-6-leiðslu gjørdist eitt avgerandi glopp hjá føroyingunum, sum vóru á odda 19-12 í hálvleikinum og at enda vunnu dystin trygt 36-30.


Kosovo hevði vunnið báðar sínar dystir í bólkaspælinum áðrenn í dag, og tað merkti, at teir kundu liva við einum javnleiki. Tað einasta, sum kundi fáa Føroyar víðari sum eittari, var ein sigur. Hann fingu teir og Føroyar hevur nú spælt seg í fjórðingsfinaluna í Emerging Nations Cup.

 

Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin. Føroyar skal møta 2'aranum í bólki B, har Estland, Kamerun, Stórabretland og Albania eru í.