Nú verður tað avgerandi aftur: U17 spælir um finaluplássið í morgin

Hósdagin verður meginumfarið avgreitt hjá U17-landsliðnum. Sí mótstøðuna á finaluleiðini her.

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Eftir ósigur í seinasta dystinum í innleiðandi bólkaspælinum er nú klárt at fara undir meginumfarið har tey átta bestu skulu kappast.

 

Føroyar vunnu bólk C í innleiðandi umfarinum. Spania gjørdist nummar tvey við 22-21 sigr á Norra. Føroyar og Spania verða sett saman við bólki D.

Úr bólki D koma Hvítarussland og Ungarn víðari.

Sostatt sær bólkur 2 í meginumfarinum soleiðis út

Føroyar 2 stig

Hvítarussland 2 stig

Ungarn 0 stig

Spania 0 stig.

 

Føroyar hava longu 2 stig fyri sigurin á Spania, so tað er fyrst og fremst Hvítarussland, ið er størsti kappingarneytin, men sum heild er hetta ein sera sterkur bólkur, har Føroyar nú aftur fáa sterkastu mótstøðuna, eins og mánadagin. Spania er framvegis stór hóttan, men skal vóna at Føroyar tapa báðar sínar dystir í morgin.

 

Longu klokkan 9.30 í morgin verður farið undir stríðið um oddasessin, tá ið Føroyar skulu royna seg ímóti Hvítarusslandi.

Og longu klokkan 14.45 í morgin verður so aftur ein sera avgerandi dystur ímóti Ungarn.

Vinnarin av bólkinum kemur beint í finaluna ímóti vinnaranum av hinum bólkinum í meginumfarinum.

Úr bólki A hava Svøríki og Kekkia tryggjað sær pláss. Tey spæla ímóti hvørjum øðrum um at fáa tvey stig við í meginumfarið klokkan 19.00 í kvøld.

Úr bólki B bendir alt á at Ísland kemur við tveimum stigum, meðan Italia kemur við ongum stigum. Rumenia hevur framvegis møguleikan, men tá krevst at antin Ísland ella Itala missa stig seinni í kvøld.

 

 

Sjálv finalan og aðrir dystir at avgera endaligu støðuna verða leiktir fríggjadagin.

FM1 sigur frá øllum føroysku dystunum

Mynd: Harald Bjørgvin