Núverandi spælararnir ikki líka effektivir sum Rógvi, Todi og Uni

Enn manna Rógvi Jacobsen, Todi Jónsson og Uni Arge trý tey ovastu plássini á søguliga toppskjúttaralistanum hjá landsliðnum

Við eitt sindur av hepni hevði Brandur Hendriksson skorað móti Skotlandi

Við eitt sindur av hepni hevði Brandur Hendriksson skorað móti Skotlandi

Við eitt sindur av hepni og smálutum sum fóru rættan veg hevði Brandur Hendriksson skorað móti Skotlandi á Hampden Park aftaná tvær góðar royndir á málið hjá Skotlandi. Við eitt sindur av neyvleika hevði Jóan Símun Edmundsson skorað minst eitt mál, men hetta var ikki kvøldið har Føroyar fingu smálutirnar við sær.

Umframt, at tað er ergiligt fyri okkum øll, at Føroyar ikki sluppu av Hampden Park við einum 2-4 ella kanska einum 3-4 tapi, ið hevði sæð snøgt út, so er tað eisini persónliga erguligt fyri Jóan Símun Edmundsson og Brand Hendriksson, at teir ikki fingu minst eitt mál í part.

Tí á søguligu toppskjúttaralistanum liggja framvegis á trimum teimum ovastu plássunum tær gomlu hetjurnar Rógvi Jacobsen (10 mál), Todi Jónsson (9 mál) og Uni Arge (8 mál). 

Søguliga er Uni Arge tann mest effektivi føroyski málskjúttin við einum málsnitti á 0,22 = átta mál í 37 landsdystum. 

Av núverandi spælarunum hevur Jóan Símun Edmundsson skorað sjey mál, men Jóan Símun hevur brúkt munandi fleiri dystir enn gomlu hetjurnar at røkka sínum sjey landsliðsmálum.

Av núverandi spælarunum hevur Klæmint A. Olsen við sínum fimm málum tað frægasta málsnittið í mun til spældar landsdystir við einum málsnitti á 0,13.

Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Meinhard E. Olsen og hinir leikararnir fáa tó ein møguleika seinni í ár, ið einki annað føroyskt A-landslið hevur fingið í sama kalendaraári, nevnliga sjey heimadystir á rað. Tveir venjingardystir móti Íslandi og Liktinstein, og í heyst undankappingardystir móti Ísrael, Danmark, Moldova, Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli.

Rógvi Jacobsen segði í samrøðu við FM1 fyri nøkrum árum síðani: - Vónandi eri eg ikki søguligur toppskjútti nógv ár aftrat. Vit vóna øll, at Rógvi fær ynskið uppfylt í hesum árinum. 

Søguligi toppskjúttaralistin hjá Føroyum:  

NummarSpælari:LandsliðsmálLandsdystirMálsnittTíð á landsliðnum
1Rógvi Jacobsen10530.191999–2009
2Todi Jónsson9450.21991–2005
3Uni Arge8370.221992–2002
4Jóan Símun Edmundsson7640.112009–
5John Petersen6570.111995–2004
Fróði Benjaminsen6950.061999–2017
7Klæmint A. Olsen5380.132012–
Hallur Hansson5570.092012–
9Jan Allan Müller4340.121988–1998
Brandur Hendriksson4420.12014–
Rógvi Baldvinsson4490.082011–
Christian Lamhauge Holst4490.082003–2015
Julian Johnsson4620.061995–2006

 

 

Við eitt sindur av hepni hevði Brandur Hendriksson skorað móti Skotlandi