Nýggi FSF-starvsnevndarlimurin hevur umsitingarligu royndirnar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við nývalda FSF-starvsnevndarlimin, Rúna Herup Olsen

Rúni Herup Olsen er nývaldur starvsnevndarlimur í FSF (Mynd: Tróndur Arge)

Rúni Herup Olsen er nývaldur starvsnevndarlimur í FSF (Mynd: Tróndur Arge)

##med2##

Fyrrverandi B36-formaðurin, Rúni Herup Olsen var fyrr í dag valdur til nýggjan starvsnevndarlim í FSF.

Til nevndarvalið fekk Róin Schrøter 36 atkvøður, Rúni Herup Olsen 22 atkvøður og Fríðin Ziskason 24 atkvøður. Róin og Fríðin eru sostatt afturvaldir.

Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard eru valdir sum eykalimir.

Christian F. Andreasen var endurvaldur til FSF-forseta uttan mótvalevni. 

Nýggi starvsnevndarlimurin, Rúni Herup Olsen undirstrikar, at hann fer at virka fyri øll limafeløgini í FSF. Hann fer ikki at lova gull og grønar skógir, men fara at gera sítt ítarsta til frama fyri føroyskan fótbólt.

Rúni Herup Olsen heldur, at drúgvu umsitingarligu royndirnir hann hevur fara at koma honum til góðar í starvsnevndini hjá FSF.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1 og in.fo, Tróndur Arge gjørdi við Rúna Herup Olsen seinnapartin í dag.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við endurvalda FSF-forsetan, Christian F. Andreasen. 

Rúni Herup Olsen er nývaldur starvsnevndarlimur í FSF (Mynd: Tróndur Arge)

(Samrøða: Rúni Herup Olsen aftaná starvsnevndarvalið á aðalfundinum hjá FSF)