Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum

Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2.

Vladimir Hamitevici var ógvuliga sannførandi á 1. borði, og vann leikandi lætt á Rógva Egilstoft Nielsen. Vladimir rør út við Norðsøka, men teir lógu inni fyri veður í dag.

Ernaður av góða styrkinum á liðnum gjørdi Ólavur Simonsen á øðrum borði stórmeistaranum bragdið eftir og koppaði føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen. Tað er rárasta hending, at báðir Egilstoft-brøðurnir tapa í sama dysti. Sandavágsmenn svaraðu kortini aftur á aftaru borðunum. Har vunnu Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen. 

Hanus útinti sensasjónina

Javnleikurin í Vágum gav FM-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag eitt gylt høvi at fáa veruligan spenning í aftur oddastríðið, men teir tóku ikki rættiliga av. Gaman í vunnu teir 3-1 á kollfirðingum, men her var mann móti manni so stórur munur á øllum borðum, at einki uttan 4-0 var nøktandi, nú endaspurturin nærkast.

Tað kom tí havnarmonnum dátt við, at Olaf Berg mátti dvína fyri Hanus Joensen á øðrum borði. Hanus var í síni tíð ein av bestu telvarum í Føroyum - føroyameistari í 1977 - men veteranurin er rímiligt dragnaður afturúr tey seinnu árini, og er útivið 500 ratingstig aftari enn mótstøðumaður hansara í dag. Talan er tí næstan um eina sensasjón. Men veruleikin er, at Hanus telvaði væl - eins væl, og tá hann í 70-unum var í fremstu røð - og vann at síggja til ein sannførandi sigur.

##med2##

Hinir á havnarliðnum gjørdu sína skyldu. Helgi Dam Ziska vísti stórmeistarstyrki á 1. borði og vant úr Kára Petersen - eisini gamal OL-telvari eins og Hanus - og á aftaru borðunum vunnu Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson á Eivind Jacobsen og Rógva Mørkøre.

Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Havnarmenn vunnu tepran sigur. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Steintór Rasmussen og Haldur Suna Johansen, Ingolf Gaard vann á Suna Merkistein, og talvið millum Rana Baldursson og Herluf Hansen endaði javnt.

Í tráa andglettinum uttanfyri Skákið á Akursmørk eftir dystin tosaðu teir tríggir elstu sínamillum um, hvørt tað mundi vera tilvild ella ei, at allir, ið taptu, vóru í + 50 aldursflokkinum. Men tá høvdu teir ikki frætt, at 70 ára gamli Hanus Joensen í sínum fyrsta sigri í vetur hevði prógvað, at enn eru knotur í føroyskum kongum.

1. deild (8. umfar):

Sandavágur - Klaksvík 2 - 2

Kollafjørður - Havnin 1 - 3

Klaksvík B - Havnin B. 1½ - 2½

Støðan í 1. deild:

1. Sandavágur 22½

2. Havnin 20½

3. Klaksvík 17½

4. Klaksvík B 13

5. Havnin B 12

6. Kollafjørður 10

Endaspurturin

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Sunnudagin um eina vika, 28. februar, eru dystirnir í níggjunda umfari fyri.  Og leygardagin 13. mars verða seinastu leikirnir fluttir.

1. deild - 9. umf. (28. februar):

Klaksvík B - Sandavágur

Havnin - Klaksvík

Havnin B - Kollafjørður

1. deild - 10. umf. (13. mars):

Sandavágur - Havnin

Klaksvík - Havnin B

Kollafjørður-Klaksvík B

Meira kann lesast um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Hanus Joensen tók øll á bóli í dag við flottum sigri á Olaf Berg.