Nýggi tennisvøllurin gevur stórar menningarmøguleikar (FM1)

(FM1) Julian Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag vitjaði SportBoxina á FM1 seinnapartin til eitt prát um nýggja tennisvøllin

Nýggju tennisvallirnir eru eitt stórt frambrot (Mynd: Havnar Tennisfelag)

Nýggju tennisvallirnir eru eitt stórt frambrot (Mynd: Havnar Tennisfelag)

##med2##

Í morgin er hátíðardagur hjá føroysku tennisítróttini. Klokkan 13 vera teir báðir nýggju tennisvallirnir í Gundadali í Havn tiknir í nýtslu.

Gamla undirlagið hevði næstan 30 ár á baki og var gjørt úr gummi, meðan nýggja undirlagið er gjørt úr graslíki, við sandi eins og fótbóltsvøllirnir. Nú eru líkindini góð fyri at spæla tennis, og tennisfelagið vónar at hetta kann verða grundarsteinurin, fyri einari stórari menning innan tennis í Føroyum. Saman við umboðum frá Tórshavnar komunu og Ítróttarsambandinum, bjóðar Havnar tennisfelag øllum oman at royna nýggja vøllin. Á vøllinum verður bjóðað kaffi, the, køkur, vatn og sodavatn. Um man vil royna nýggja vøllin, veitir Tennisfelagið eisini ketjarar og bóltar. Umframt hetta hevur Tórshavnar komuna vátta at ljósmastrar verða settar upp, og at felagshús verður gjørt við síðina av vøllinum. Gongur alt eftir ætlan, verður hetta liðugt í seinasta lagið í 2020.

Formaðurin í Havnar Tennisfelag, Julian Johansen vitjaði sendingina SportBoxin á FM1 seinnapartin til eitt prát um nýggja vøllin.

Julian Johansen staðfestir, at nýggi vøllurin gevur nógvar nýggjar menningarmøguleikar, men enn eru Føroyar ikki oyggjaleikaklárar, tá tað snýr seg um at hýsa einari tenniskapping. Til tað krevjast tríggir tennisvallir aftrat teimum verandi tennisvallunum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Julian Johansen.

Nýggju tennisvallirnir eru eitt stórt frambrot (Mynd: Havnar Tennisfelag)

(Samrøða við Julian Johansen)