Nýggj ítróttarsending á FM1 mánadagar 10 til 12

Óli J. Djurhuus og Petur Zachariassen vera vertir í sendingini sum fer rundanum heimligan og útlendskan ítrótt

10´arin eitur nýggja ítróttarsendingin hjá FM1

10´arin eitur nýggja ítróttarsendingin hjá FM1

Mánadagin 1. mars byrjar nýggj ítróttarsending á FM1.

Óli J. Djurhuus og Petur Zachariassen vera vertir í sendingini sum fer rundanum heimligan og útlendskan ítrótt.

Petur Zachariassen sigur soleiðis um nýggju sendingina: -" Mánadagin 1. mars byrja vit nýggja sending á FM1. Í sendingini, sum verður hvønn mánadag, fara vit at taka samanum ítróttarlig avrik sum hava verið í vikuskiftinum, bæði í heimligum kappingum, men eisini Premier League, La Liga, Serie A, Bundesliga, Ligue 1 og øðrum. Vit fáa gestir á gátt og í telefonini. Eisini verður møguligt at ringja inn við viðmerkingum, meiningum og spurningum. Lurtið við á FM1 - hvønn mánamorgun frá kl. 10.00", sigur Petur Zachariassen.

Tey sum hava viðmerkingar og spurningar til sendingina 10´arin kunnu smsa inn til nummar 559999.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

 

 

 

 

10´arin eitur nýggja ítróttarsendingin hjá FM1