Nýggj støða hjá Gunnari Nielsen

FM1: Gunnar er til reiðar at stríðast um plássið millum stengurnar

##med2##

Landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undarkappingardystin móti Svøríki, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.45.

Fyri ein spælara er talan um eina nýggja støðu. Undan seinasta landsliðsumfari hevði Gunnar Nielsen spælt allar undankappingarminuttirnar undir Lars Olsen. Síðani hevur hann mist plássið í FH og nú er kapping um plássini á landsliðnum.

- Eg fyrireiki meg sum um at eg skal spæla. Tað er ongin loyna at eg vil spæla, men eg havi eisini verið partur av yrkisfótbólti nóg leingi til at vita, at hetta kann hendan, sigur Gunnar Nielsen við FM1.

Gunnar Nielsen minnist eisini aftur á dystirnar í móti Svøríki í 2012 og 2013. Hann var sera vónbrotin um 2-1 tapið á Tórsvølli, meðan hann enn verður mintur á dystin á Friends Arena, sum Svøríki vann 2-0.

Tað stóð Zlatan Ibrahimovic á øllum, og hann útmerkaði seg við tveita bóltin í andlitið á Gunnari Nielsen. Sjónbandabrotið ferðasti kring allan heimin.

- Eg verið javnan minutir á hendingina. Helst tá eg skifti felag, so er tað onkur sum sær tað fyri fystu ferð, sigur Gunnar Nielsen.

FM1 hevur upptakt og beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður hóskvøldið.

##ms##

Samrøða við Gunnar Nielsen