Nýggja liðið er nýtt topplið

Kvinnur: KÍ misti oddasessin, tá ið tær úr Klaksvík seinnapartin taptu í Sarpugerði

Undan hesum kappingarárinum løgdu tær í Fuglafirði og Leivík og Gøtu saman við B68. Nú er nýggja felagsliðið, ÍF/Víkingur/B68, nýtt topplið í bestu deildini.

Oddasessin vann heimaliðið í Sarpugerði tíðliga seinnapartin, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-0 ímóti sigursvanda KÍ, sum undan dystinum var topplið.

Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og í báðum førum var tað innskifta Hjørdis Rasmusdóttir, sum skoraði málini.

ÍF/Víkingur/B68 hevur 20 stig, og KÍ hevur 19 stig.

 

HB, sum hevur 13 stig, spælir klokkan 16.30 ímóti B36.

----

LIÐUGT

2-0

90) 2-0

89) 2-0

Heimaliðið skiftir út: Karin Áslaksdóttir avloysir Hannu Isaksen Højgaard.

86) 2-0

Heimaliðið skiftir út: Rebekka Jóhannusardóttir Olsen avloysir Monu Rasmusdóttir.

80) 2-0

KÍ skiftir út: Victoria á Lakjuni avloysir Malenu Josephsen.

79) 2-0

2-0: Hjørdis Rasmusdóttir

Tað er mangt, sum bendir á, at ÍF/Víkingur/B68 er á veg ímóti at verða nýtt topplið. Aftur nú var tað innskifta Hjørdis Rasmusdóttir, sum skoraði. Hesa ferð var tað við fínum skoti úr átjan metrum. Kanska hjálpti vindurin til, tá ið bólturin sigldi framvið málverjan og í handara síðunetið.

77) 1-0

GULT KORT: Jacoba Langgaard hjá Víkingi fyri at steðga mótálopi.

73) 1-0

1-0: Hjørdis Rasmusdóttir

Eftir langt útspark er Hanna Isaksen Højgaard leys, men Óluva Allandsdóttir Joensen hálvbjargar, og so er Hjørdis Rasmusdóttir fyrst á returbóltinum og skorar.

71) 0-0

So var aftur tætt við, at KÍ legði seg framum. Eftir útspæl frá málverjanum endaði bólturin hjá Sannu Svarvardal, sum smekkaði til, men bólturin fór við síðuna av málinum.

68) 0-0

So hevur KÍ í tveimum førum verið tætt við. Í fyrra førinum var um reppið, at Evy á Lakjuni rakk at stýra bóltin í málið eftir innlegg, og í seinna førinum var málverjin, Hjørdis Nesá, akkurát fyrri á bóltinum enn Sanna Svarvardal, eftir at bólturin varð stungin framímillum.

57) 0-0

KÍ skiftir út: Maria K. Thomsen avloysir Sigrid Jacobsen. Maria hevur higartil í ár spælt við B36, men er nú aftur í barndómsfelagnum KÍ.

56) 0-0

Jensa Tórolvsdóttir hjá Víkingi roynir seg við fínum skoti, og Óluva Allansdóttir Joensen í KÍ málinum bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.

55) 0-0

Nú skínur sólin í Sarpugerði, har vindurin órógvar royndirnar at samanspæla. KÍ hevur havt eitt horna í seinna hálvleiki, men tað spurdist einki burturúr. Annars hevur eingin roynd verið ímóti málunum fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin.

46) 0-0

Gongdin higartil bendir ikki á, at hetta verður málrík uppgerð.

HÁLVLEIKUR

0-0

Høgættarlotið ber við sær, at spælararnir hava ilt við at fáa tak á bóltinum, tá ið hann er í síðuni longri burtur frá lívdini, sum er undir húsinum.

38) 0-0

So var tætt við, at heimaliðið setti hol á. ÍF/Víkingur/B68 hevði trý horna eftir lítlari løtu, og í eina førinum dansaði bólturin frammanfyri málstrikuna, áðrenn hann varð varpaður burtur. 

30) 0-0

Tað mesta gongur fyri seg millum báðar brotsteigarnar, og talan hevur síðstu løtuna ikki verið um málmøguleikar.

20) 0-0

KÍ er tætt við at leggja seg framum eftir horna, tá ið Malena Josephsen roynir seg, og bólturin brestur í stólpan.

15) 0-0

KÍ hevur betri tak á fótbóltsspælinum, men heimaliðið hevur kanska meiri brodd í álopsroyndunum.

10) 0-0

Bæði liðini hava verið tvær ferðir í góðari støðu. Víkingur hevur havt størsta møguleikan, men tað er framvegis málleyst.

Lotið ger, at tað er torført at fáa bóltin at liggja í sambandi við deyðbóltsstøður. 

00)

Vit royna at fylgja gongdini í dystinum, sum verður avgerandi fyri, um heimaliðið skal vinna oddasessin ella um KÍ skal økja um leiðsluna.

KÍ hevur 19 stig, og ÍF/Víkingur/B68 hevur 17 stig.

 

ÍF/Víkingur/B68 – KÍ kl. 13.00

Í Sarpugerði í Norðragøtu

Dómari: Jørleif Djurhuus

ÍF/Víkingur/B&(: Hjørdis Nesá – Jensa Tórolvsdóttir, Sigrid Petersen, Mona Rasmusdóttir, Bjørt Petersdóttir Holm, Annika Ragna Christiansen, Hansina Ronaldsdóttir, Jacoba Langgaard, Marita Jarnskor, Maibritt Olsen, Hanna Isaksen Højgaard

KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Rutt Gregersen, Ragna Patawary, Durita Hummeland, Birita Ryan – Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein, Tóra Mohr – Evy á Lakjuni, Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen, Sanna Svarvadal