Nýggjur hondbóltsvenjari úr Norðurmakedónia

StÍF hevur sett nýggjan venjara. Borce Markovski úr Bitola í Norður Makedonia fer komandi kappingarárið at hava høvuðsábyrgd av mansliðum okkara. Umframt hetta fær Borce leiklut sum hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum og høvuðsungdómsvenjari hjá dreingjunum.

Tað skrivar hondbóltsfelagið á heimasíðni.

Borce er 50 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF og útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. sum høvuðsvenjari hjá U19 manslandsliðnum hjá Makedonia.

Borce er longu komin til landið og er saman við mansliðnum byrjaður uppá fyrireikingarnar til komandi kappingarár.

– Vit í StÍF eru sannførd um, at Borce fer at hjálpa okkum at flyta felagið fram á leið, og vit gleða okkum at arbeiða saman við honum. Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá StÍF.

– Vit ynskja Borce hjartaliga vælkomnum í felagið og vóna, at øll taka væl ímóti honum, skrivar StÍF.