Nýggjur maður er á HB miðvøllinum

Av síðstu 55 grannauppgerðunum hevur B36 vunnið 18 og HB 16 ferðir

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í triðju grannauppgerðini í Gundadali í ár. HB hevur vunnið tær báðar fyrru. Ta fyrru 4-2 og ta seinnu 2-0.

HB hevur 52 stig fyri 20 dystir, og B36 hevur 40 stig fyri 18 dystir.

B36 heimasíðani hevur yvirlit, sum vísir landskappingardystirnar síðani 2001. Talan er um 55 dystir, og tað hevur gingið ógvuliga javnt á. B36 hevur vunnið 18 ferðir, HB hevur vunnið 16 ferðir, og 21 ferðir er tað endað javnt.

Á HB liðnum, sum fer á vøllin um ein tíma, er tað merkisvert, at ein gamal kenningur, sum ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu í ár, er á miðvøllinum. Talan er um Trónd Jensen, sum tríggjar ferðirnar síðstu tíðina er skiftur inn. Hann sleit krossbandið í fjør og hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu síðani 15. september í fjør. Tá hevði HB vitjan av Skála, sum noyddist til hús við 3-0 tapi. Ta ferðina varð Tróndur Jensen skiftur út longu í 9. minutti.

Síðsta árið hevur Tróndur Jensen vant fyri at koma fyri seg aftur, og nú er hann komin seg fult og heilt, og Jens Berthel Askou hevur sett hann millum teir fyrstu ellivu.

HB er soleiðis mannað í kvøld:

Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Mathias Nygaard, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen – Dan í Soylu, Mikkel Dahl

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Hørður H. Askham, Hilmar Leon Jakobsen, Øssur M. Dalbúð, Áki D. Samuelsen.

Símun Rógvi Hansen vardi B36 málið í Europa League dystinum í Sofia í Bulgaria hóskvøldið, og hann er aftur millum B36 stólparnar í kvøld.

Tveir av teimum, sum higartil hava verið fastir menn úti á vøllinum, eru ikki á listanum í kvøld. Talan er um liðformannin og verjuálitið Andrias H. Eriksen og sentrala miðvallaran Magnus Holm Jacobsen.

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic – Hannes Agnarsson, Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel.

Á beinkinum: Mathas Lamhauge, Bjarni Petersen, Jóhann Hansson Joensen, Andreas Thomsen, Andrass Johansen, Ragnar Samuelsen og Martin Agnarsson.

23. maður á Tórsvølli í kvøld er Kári J. á Høvdanum.