Nýggjur maður verður í TB málinum

Tað eru trý ár síðani, at EB/Streymur vann á heimavølli ímóti liðnum, sum fer at vitja í kvøld

TB er á veg norður til Margáir, har fyrsta bríkslið verður klokkan 18.

Felags fyri bæði EB/Streym og TB er, at talan er um øðrvísi treytir nú, enn tað vóru, tá ið liðini vóru á aldukambinum.

EB/Streymur vann seinna FM heitið í 2012 og tað fyrra í 2008.

Síðsta FM heitið á Tvøroyri varð vunnið í 1987.

Í kvøld snýr tað seg um at vinna stig, sum í fyrstu atløgu skulu brúkast til at sleppa á talvuna og úr botninum. Hvørki EB/Streymur ella TB hava vunnið stig í tveimum teimum fyrstu umførunum. EB/Streymur hevur tapt ímóti HB og NSÍ, og TB hevur tapt ímóti NSÍ og KÍ.

23 ferðir hava EB/Streymur og TB dystast í landskappingini. EB/Streymur hevur vunnið níggju ferðir, og TB hevur vunnið sjey ferðir. EB/Streymur hevur vunnið fimm ferðir á heimavølli, og TB hevur vunnið tvær ferðir á útivølli.

Málmunurin í teimum 23 dystunum er 42- 32 til fyrimunar fyri EB/Streym.

Tað eru trý ár síðani, at TB síðst fór suður aftur við ongum eftir at hava vitjað EB/Streym. Í fjør vann TB 2-0 í Hólmanum, og í fyrraárið endaði tað 2-2, tá ið Suðringar vitjaðu á Eiði.

Tað er greitt, at nýggjur maður verður millum TB stólparnar. Frederik Mehder er raktur av heilaskjálvta. Eykamálverji í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur verið 27 ára gamli John Jacobsen, sum ongantíð hevur vart málið í bestu deildini.

Verjuspælarin Sebastian Kroner sá reytt ímóti KÍ og er leikbannaður, og venjarin Michael Winter verður ikki á beinkinum, tí hann eftir dystarlok ímóti KÍ sá reytt. Karl Øster fer at hava ábyrgdina á TB beinkinum í kvøld.

Poul Ingason og Eirikur M. Ellendersen eru tøkur aftur eftir leikbann.

Hjá EB/Streymi eru Poul G. Olsen og Arnbjørn Hansen darvaðir av vøddaskaðum.

Árni G. Olsen er tøkur aftur eftir leikbann.

EB/Streymur – TB: Dagfinn Forná kl. 18.00.