Nýggjur miðverji í NSÍ

Álitismaður í Skálaverjuni hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at NSÍ

Hetta eru góð tíðindi við Løkin í Runavík, og hetta eru avgjørt ikki góð tíðindi á Skála. NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jákup Jakobsen, sum síðstu árini hevur verið álit í verjuni hjá skálamonnum.

Sambært faroesoccer.com var 26 ára gamli Jákup Jakobsen við í 26 av teimum 27 landskappinagdystunum í farna kappingarári (ein dyst var hann leikbannaður).

Jákup Jakobsen hevur bara umboðað barndómsfelagið á Skála. Hann hevur spælt 116 dystir í bestu deildini í landskappingini, 20 dystir í kappingini um løgmanssteypið, og 108 dystir í næstbestu deildini, har besta liðið hjá Skála ofta hevur verið.

Jákup Jakobsen var fyri tað mesta miðverji í farna kappingarári, men hann var eisini vongverji, og hann hevur onkuntíð verið verjukendur miðvallari.

Jákup Jakobsen er triði spælarin, sum eftir kappingarlok flytur av Skála og til NSÍ. Hinir báðir eru málverjin Karstin Hansen og miðvallarin Haraldur R. Højgaard.