Nýggjur norðmaður til KÍ

Hann og Odmar Færø eru liðfelagar í HamKam í løtuni

Mynd: (HamKam)

Mynd: (HamKam)

Norðlýsið skrivar í kvøld, at KÍ hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla norðmannin Ole Erik Midtskogen. Hann kemur til Klaksvíkar úr HamKam í næstbestu deildini í Norra. Tað er sama felag, sum Odmar Færø hevur spælt í seinasta árið.

Norðlýsið skrivar, at talan er um ein høgan álopskenda spælara, sum kann spæla í álopinum og á vonginum. Hann kemur til felagið saman við Odmari Færø.

Tríggir norðmenn eru farnir hinvegin. Simen Sandmæl, Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten. Eisini eru Semir Hadzibulic og Darius Lewis farnir av landinum.

Mynd: (HamKam)