Nýggjur Sebastian í HB

HB hevur sett Sebastian Dam sum fysiskan venjara

HB hevur fyri kortum sagt farvæl við Sebastian Pingel, sum er endaður í B36. Nú er ein nýggju Sebastian komin til felagið. Talan er um Sebastian Dam, sum verður fysiskur venjari í felagnum.

- HB hevur sett Sebastian Dam sum fysiskan venjara. Talan er um fulltíðar starv, har hann kemur at hava ábyrgd av allari fysiskari venjing í felagnum. Sáttmálin millum partarnar er galdandi í tvey ár, skrivar HB.fo.

- Hetta er eitt stórt frambrot fyri felagið, og samsvarar hetta væl við ætlaninar hjá felagnum, har vit í næstum fara ígongd við at gera høllina í HB-húsinum um til venjingarhøli, skrivar HB á heimasíðuni í dag.

Sebastian Dam er 27 ára gamal, og kemur úr Danmark. Hann hevur arbeitt sum fysiskur venjari í sjey ár, innan ymiskar ítróttargreinar. Seinast sum fysiskur venjari hjá Vendsyssel, har nýggi høvuðsvenjarin í HB, Jens Berthel Askou, eisini var venjari. Hann hevur eina útbúgving sum Bachelor í Sports Science, og er í løtuni ígongd við at taka ein Master.

- Í stuttari viðmerking sigur Sebastian, at hann gleðir seg nógv at byrja í HB, og at hann fer at leggja dent á at menna ein ørvísi hugburð til fysiska venjing. Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnan í Gundadal, skrivar HB.