Oddasessurin upp á spæl í Okkaradeildini í dag

KÍF er stórfavorittur úti ímóti Team Klaksvík, men ilt er at taka dagar ímillum Neistan og H71 í Havn og VÍF og StÍF í Vestmanna

Rune Olsen, Nicholas Satchwell og Neistin ætla sær at broyta upp á stigatalvuna í Okkaradeildini í dag.

Rune Olsen, Nicholas Satchwell og Neistin ætla sær at broyta upp á stigatalvuna í Okkaradeildini í dag.

Tríggir dystir verða leiktir í Okkaradeildini í dag:

VÍF - StÍF klokkan 16.00 í Vestmanna

Neistin - H71 klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi (Beinleiðis á FM1)

Team Klaksvík - KÍF klokkan 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík

Team Klaksvík spælir fyrsta dystin undir nýggja venjaranum, Áka Mørk, men tað verður sera trupult, tá ið eitt KÍF-lið, sum nú skuldi verið so sum skaðafrítt, kemur á vitjan í Klaksvík.

Liðini hittust í Kollafirði 15. september, og tá vann KÍF við úrslitinum 43-25.

Seinast VÍF og StÍF hittust var á Skála fyri júst einum mánaða síðani. Tann dysturin endaði við 31-31 javnleiki, í einum dysti, ið serliga var minniligur fyri at Filip Jojic skoraði heilar 17 ferðir. Lítil ivi man vera um, at tað er ein serligur lykil hjá StÍF at steðga stórskjúttanum, ið nú tykist á veg á føroyska landsliðið, men tað er neyðugt um strandingar vilja varðveita næstfremsta plássi í deildini - ella kanska taka oddasessin.

Tí eittans stig frammanfyri strandingar eru hoyvíkingar, og teir bjóða av ímóti FM-mótstøðuni seinastu tvey árini, Neistanum.

Tað var stórur styrkismunur, tá ið H71 vann greiðan sigur í stórsteypadystinum 7. september, men tá ið liðini bæði hittust í Okkaradeildini eina viku eftir, var Neistin nógv betri fyri. Tað endaði við at H71 fekk ein sigur upp á tvey mál, men fyri Neistan var tað ein eyka smeitur at Tróndur Kragesteen fekk skaða í vinstra alboga. Spælskiparin hevur ikki spælt síðani og verður neyvan við í dag heldur. H71 hevur eisini verið nakað darvað av skaðum, og spurningurin er hvussu leikarar sum Hilmar Leon Jakobsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu eru.

Í øllum førum væntar in.fo enn ein tættan dyst ímillum FM-finalistarnar seinastu tvey árini.

Hoyr hvat Birgir Hansen metti um umfarið í hondbóltsprátinum fríggjadagin við at trýsta HER

Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7161811404110
2StÍF616616249
3KÍF6174153217
4Neistin615714896
5VÍF616415596
6Kyndil6154160-64
7Team Klaksvík6126204-780

 

 

Rune Olsen, Nicholas Satchwell og Neistin ætla sær at broyta upp á stigatalvuna í Okkaradeildini í dag.