Odmar Færø givið avboð - avloysarin er úr B36

Odmar Færø hevur givið avboð til dystirnar móti Svøríki og Spania. Lars Olsen hevur sent boð eftir miðverja hjá B36

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andrias H. Eriksen í dysti móti TB fyrr í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andrias H. Eriksen í dysti móti TB fyrr í ár

Odmar Færø hevur givið avboð til dystirnar móti Svøríki og Spania. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Andriasi Eriksen úr B36, skrivar FSF.fo.

Odmar Færø verður ikki í A-landsliðshópinum, sum komandi mánadag fer undir fyrireikingarnar til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania. Odmar Færø, ið spælir fyri norska felagið Hamarkameratene, hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tí boðað landsliðsvenjarinum frá, at hann ikki er tøkur til næstu dystirnar.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Andriasi Høgnason Eriksen úr B36. Hósdagin 5. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, og sunnudagin 8. september klokkan 20:45 lokala tíð, spæla Spania og Føroyar á Estadio El Molinón í Gijon.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

Kristian Joensen, KÍ Klaksvík

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

Atli Gregersen, Víkingur

Andrias H. Eriksen, B36

Viljormur Davidsen, Velja BK (Danmark)

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Norra)

Hørður Askham, HB Tórshavn

Magnus Egilsson, HB Tórshavn

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)

Rene Shaki Joensen, HB Tórshavn

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)

Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (Norra)

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andrias H. Eriksen í dysti móti TB fyrr í ár