Øll renna undan favorittleiklutunum í Faxe Kondi finalunum (FM1)

(FM1) Systkini, Marita og Leivur Mortensen hjá H71 og Bartal Klein Olsen hjá Kyndli vitjaðu Hondbóltspanelið á FM1. Agnas Olsen hjá VÍF var við á tráðnum úr Vestmanna

Bartal Klein Olsen hjá Kyndli og H71-systkini, Leivur og Marita Mortensen vitjaðu Rásarúmið seinnapartin í dag (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

Bartal Klein Olsen hjá Kyndli og H71-systkini, Leivur og Marita Mortensen vitjaðu Rásarúmið seinnapartin í dag (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

##med2##

Seinnapartin hevði hondbóltsfrásøgumaðurin og hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal fýra gestir í Rásarúminum til sendingina Hondbóltspanelið.

Gestir vóru fýra fólk, ið øll skulu spæla Faxe Kondi steypafinalu í morgin. Systkini, Marita og Leivur Mortensen hjá H71 og Bartal Klein Olsen hjá Kyndli vitjaðu Rásarúmið, og Agnas Olsen var við á tráðnum úr Vestmanna.

Klokkan 13.30 í morgin spæla kvinnurnar hjá VÍF og H71 í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 16 spæla mennirnir hjá H71 og Kyndli.

Felags fyri teir fýra gestirnar er, at tey renna øll undan favorittleiklutunum, men samstundis dylja tey ikki, at tey fara at stríðast saman við liðfeløgunum fyri at finalurnar koppa teirra veg.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Hondbóltspanelið. 

Tróndur Arge og Sjúrður Hoydal siga beinleiðis frá Faxe Kondi steypafinalunum á FM1 í morgin. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Bartal Klein Olsen hjá Kyndli og H71-systkini, Leivur og Marita Mortensen vitjaðu Rásarúmið seinnapartin í dag (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

(Hondbóltspanelið: Upptakt til Faxe Kondi steypafinalurnar)