Øssur Hansen fær hjálp í B68

B68 spílar seg út til komandi kappingarár og nýggjur hjálparvenjari verður Aleksandar Jovevic

Mynd: (B68) Alexandar Jovevic, Johannes Olsen, formaður í B68, og Øssur Hansen, høvðusvenjari

Mynd: (B68) Alexandar Jovevic, Johannes Olsen, formaður í B68, og Øssur Hansen, høvðusvenjari

B68 boðar um vikuskiftið frá, at felagið hevur sett Aleksandar Jovevic sum hjálparvenjara komandi tvey árini. Hann er nú í venjaratoyminum saman við Øssuri Hansen, sum tók við í seinnu hálvu í farna kappingarár. Aleksandar Jovevic hevur verið venjari hjá 1. deild monnum hjá HB í ár.

##med2## 

Eftir eitt misjavnt ár í 1.deild, tykist B68 fyrireika seg til at bjóða av í oddinum til komandi kappingarár. Felagið hevur fingið styrk úr NSÍ. Talan er um Jannik Mathias Olsen og Andri Benjaminsen. Báðir hava spælt við NSÍ og báðir hava verið útleigaðir til Skála.

 ##med3##

Hartil hevur felagið gjørt sáttmála við spælarar sum Esmar Clementsen, Karstin Clementsen, Zoran Vujovic, Andrija Radovanovic, Ari Johannesen, Búi í Hjøllum, Bárður Ólavsson, Aleksandur Ólavsson, Leivur Højgaard, Bergur Johannesen, Dávur M. Hansen og Petur í Túni, og málmannin úr Serbia, Nikola Stoisavljevic.

##med4##

Mynd: (B68) Alexandar Jovevic, Johannes Olsen, formaður í B68, og Øssur Hansen, høvðusvenjari

Mynd: (B68) Jannik M. Olsen og Øssur Hansen

Mynd: (B68) Andri Benjaminsen í B68-troyggjuni