Øssur sær ljóst upp á tað

Landsliðsveteranurin, sum nú er á B68 beinkinum, heldur, at hansara menn nú hava betri møguleika at flyta upp, enn teir høvdu ífjør

B68 vann í fyrsta umfari 1-0 ímóti B36 í Gundadali

B68 vann í fyrsta umfari 1-0 ímóti B36 í Gundadali

Tað var leygardagin 7. mars, at fyrsta umfar í næstbestu deildini í fótbólti var á skránni. Eina viku seinni var ætlanin at annað umfar skuldi avgreiðast. Soleiðis varð tað ikki. Korona er orsøk til, at tað ikki verður fyrr enn í morgin, at bólturin aftur fer á rull í næstbestu deildini.

Í fyrsta umfari endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur var á Sandi. Síðani tá hevur 07 Vestur skift venjara. Heðin Askham hevur nú ábyrgdina, og í morgin skulu hann og 07 Vestur aftur spæla á útivølli. Tað verður ímóti unga liðnum hjá Víkingi, sum er mannað við sera evnaríkum og blaðungum spælarum.

Í fyrsta umfari vann B68 1-0 í Gundadali ímóti næstbesta liðnum hjá B36.

Á Svangaskarði er fótbóltslagið gott. Teir eru nógvir til venjingar, og tað er kapping um plássini á liðnum. Í morgin fær B68 vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

Gamli stórspælarin hjá B68, Øssur Hansen, sum - burtursæð frá Jóan Símun Edmundsson og metmanninum Fróða Benjaminsen - er tann toftamaðurin, ið hevur spælt flest landsdystir (51), er venjari í barndómsfelagnum:

-Liðið er mannað við ungum evnaríkum spælarum, sum í longu fyrireikingartíðini til kappingina hava víst stak góðan hugburð. Um ungu menninir fara at halda fram at spæla á Svangaskarði næstu árini, so sær framtíðin bjørt út. Spælararnir eru tilvitaðir um, hvat tað skal til fyri at mennast, so vit aftur kunnu vinna okkum upp í bestu deildina, so tað sær spennandi út, sigur Øssur Hansen.

Í høvuðsstaðnum vera tveir dystir í morgin. Uppflytarin AB, sum í fyrsta umfari tapti 2-0 á heimavølli ímóti KÍ, fær vitjan av B36, og HB, sum í fyrsta umfari tapti 2-0 í Runavík, fær vitjan av B71.

Í Klaksvík fær KÍ vitjan av FC Hoyvík, sum í fyrsta umfari tapti 3-1 á heimavølli ímóti Víkingi.

 

1. deild

2. umfar

Leygardagin 16. mai

KÍ – FC Hoyvík: Rani A. Skaalum kl. 17.00

Víkingur – 07 Vestur: Áron S. Vest kl. 15.00

B68 – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen: kl. 15.00

HB – B71: Rúni Olsen kl. 15.00

AB – B36: Stephan Petursson kl. 13.00

B68 vann í fyrsta umfari 1-0 ímóti B36 í Gundadali