Øssur skal venja B68

Tofta Ítróttarfelag hevur í dag sett nýggjan venjara til B68

B68 hevur í dag gjørt sáttmála við Øssur Hansen, sum skal standa fyri arbeiðinum sum høvuðsungdómsvenjari‚ høvuðsvenjari, og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum.

Tað skrivar B68 á Facebook. Øssur Hansen er væl kendur í felagnum. Hann er uppvaksin í B68, har hann hevur spælt meginpartin av sínum fótboltslívi og verið venjari. Hann er í løtuni eisini ein av mennarunum  hjá FSF.

Øssur Hansen og B68 hava gjørt eina tvey ára avtalu. Hann tekur við eftir Svenn Olsen.