Óheppin javnleikur ímóti Grikkalandi

U17-genturnar: Føroyar vóru aftanfyri meginpartin av dystinum ímóti Grikkalandi, men iðraðu seg at enda um at tað bert gjørdist javnleikur.

U17-kvinnur EHF Championshio
Føroyar – Grikkaland 23-23 (9-11)


Dysturin ímóti Grikkalandi byrjaði sera væl hjá føroysku gentunum. Bæði í verju og álopið gekk upp á stás eftir einar sjey minuttir var støðan 4-2 til Føroyar. Eftir at átta minuttir vóru leiktir kom ein góður møguleiki fyri at leggja seg á odda við trimum málum, men í skjótálopi bjargaði grikski málverjin tveimum fríum møguleikum, og hon helt fram næstu løtuna. Eftir fleiri grikskar stórbjargingar var støðan brádliga 4-7 til grikkar, og Føroyar tóku time-out.
Hetta bøtti væl og føroysku genturnar tóktust at finna neyvleikan aftur. Tær spældu sum vant skjótt, men við tolið – kanska onkuntíð við í so nógvum tolið tá ið bíðað var eftir størri møguleika í skipaða spælinum. Tað mundi heldur ikki vera ráðaligt at skjóta úr fjarstøðu, tí málverjin var greitt besti leikari hjá grikkum, og fór aftur at forða fyri føroysku royndunum. Føroyska verjan og og málverjarnir stóðu eisini væl og skaptu fleiri føroyskar møguleikar eftir skjótálop – men ov sjáldan vóru teir gagnnýttir. Tað eydnaðist tíbetur at minka um munin tvær ferðir beint fyri hálvleik, so at støðan var 9-11 í steðginum.
Gagnnýttu ov sjáldan tær góðu støðurnar

Tað mundi fyrst og fremst snúgva seg um at finna neyvleikan í seinna hálvleiki, og alt fyri eitt eydnaðist tað eisini at minka um munin niður í eitt mál.

Ferð kom á málskjótingina báðumegin og eftir góðar tríggjar minuttir av seinna hálvleiki var støðan longu 12-14, eftir tríggjar fríar møguleikar í part.

Men so fór spælið aftur at líkjast tí í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist at steðga grikkum í fleiri førum, men føroyingarnir gagnnýttu alt ov sjáldan mongu skjótálopsmøguleikarnar. Fleiri ferðir miseydnaðist føroysku gentunum at javna, og í staðin lá munurin ímillum eitt, tvey og onkuntíð trý mál til grikkar.

Tóktust at vinna lyklastøðun
Men við einum 12 minuttum eftir at leika eydnaðist brádliga. Føroysku genturnar stríddust sum áður í verjuni,, og eftir trý føroysk mál á rað var javnleikur 19-19. Fá sekund seinni revsaðu føroyingarnir óneyvt grikskt skot og løgdu seg á odda 20-19. Grikkaland tók time-out alt fyri eitt.

Hetta mundi vera ein lyklastøða í dystinum, og grikkar javnaðu stutt eftir lítla steðgin. Men í hinum endanum stríddu føroysku genturnar seg til bæði brotskast og grikska útvísing, og brádliga vóru Føroyar á odda 22-20. Føroyar fingu eisini møguleikar at økja enn meira, men neyvleikin vantaði framvegis. Tað gjørdi hann eisini hjá grikkum, og tíðin gekk til frama fyri Føroyar. Við hálvum fimta minutti eftir var støðan framvegis 22-20, og ein sat við kensluni av at næsta málið kundi gerast sera avgerandi. Føroyar tóku eisini time-out í hesi støðuni. Grikkar fóru at royna seg við at taka føroyska spælskiparan, Janu Mittún burturúr. Men hetta gav eisini pláss og eftir framúr samanspæl ímillum Elsu Egholm og Vár B. Zachariassen var støðan 23-20.

Fingu ikki gjørt tað liðugt
Grikkar royndu seg nú við tveimum mansverjum, tá ið eisini Elsa Egholm var tikin burturúr.. Hetta gagnaði grikkum, og við einum tveimum minuttum eftir at leika var støðan bert 23-22 til Føroyar.

Júst ein minuttur var eftir at leika tá ið grikkar javnaðu til 23-23. Føroysku genturnar spældu við tolið, men brendu tá ið færri enn tjúgu sekund restaðu í. Griksku genturnar tevjaðu møguleikan fyri sigri, men tað eydnaðist føroysku verjuni at forða fyri grikskum skotið og so endaði dysturin við úrslitinum 23-23. Eitt úrslit, ið føroysku genturnar ikki tóktust heilt nøgdar við, og tær munnu eisini iðra seg um mongu misnýttu møguleikarnar, ið spiltu flotta føroyska spælið.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin dagsins føroyski leikari. in.fo dagførir málskjúttarnar seinni.