Okkaradeildin: Neistin avgjørdi havnardystin at enda

Okkaradeildin: 18 ára gamli Dánjal Ragnarsson var í málhýri ímóti arvafíggindunum

Neistin hevði munin, men tað var spennandi til seinastu løtu

Neistin hevði munin, men tað var spennandi til seinastu løtu

Okkaradeildin: Kyndil - Neistin 22-25

Fyrsta havnaruppgerðin í Okkaradeildini í ár var í kvøld, tá ið Kyndil stóð til at eiga heimavøll ímóti Neistanum.

Hetta var samstundis fyrsti dysturin um Havnina hjá teimum báðum nýggju venjarunum, Tom Jensen í Kyndli og Mads Rydal í Neistanum.

Neistaprofilurin, Tróndur Kragesteen, sat við gipsi um armin eftir skaðan sunnudagin, og sá ein gamlan kenning gera seg til reiðar hjá Kyndli. Kyndilskempan, Hans Áki Dahl Christiansen var aftur á vøllinum hjá teimum grønu, og fekk fitt av ábyrgd í miðverjuni.

Teir grønu byrjaðu eisini best og vóru á odda fyrstu løtuna, men so tóku teir bláu yvir.

Tað leikaði javnt á, men so við og við eydnaðist tað Neistanum at fáa eina frástøðu upp á tvey mál niður til Kyndil.

Hálvleiksstøðan var 13-11 til Neistan.

Í seinna hálvleiki stóð Neistin á øllum fyrstu løtuna, og eftir lítlari løtu var støðan 15-11 til Neistan. Nú var tað Kyndil sum ressaðist, og dysturin javnaði seg við 16-16.

Men Neistin tóktist at hava munin, meðan Kyndil royndi at halda fast. Munurin var á tveimum, tá ið farið var undir seinasta minuttin. Kyndil spældi seg frítt ígjøgnum, men Nicholas Satchwell stórbjargaði, og so kundu teir bláu pynta um endaliga úrslitið til 25-22.

Dánjal Ragnarsson, ið f gjørdi sítt til at saknurin í Tróndi Kragesteen gjørdist minni. Neistatalentið skjeyt fylti 18 ár í mars skjeyt 9 mál í kvøld, og vísti at tað ikki var av tilvild at hann fekk nógv rós fyri síni avrik farna kappingarár - serliga í tíðarskeiðnum tá ið Tróndur Kragesteen var burturstaddur.

Nýggi høgri bakkurin, Anders Riisdal, fekk flest fyri Kyndil við sínum seks málum.

Neistin hevði munin, men tað var spennandi til seinastu løtu