Kendu seg snýttar fyri nøkur brotskøst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jacklin Durhuus kundi hugsað sær nøkur fleiri brotskøst, tá Neistin tapti tepurt ímóti Kyndli

Veteranurin hjá Neistanum, Jacklin Durhuus heldur, at tær áttu at havt fingið nøkur fleiri brotskøst í oddauppgerðini ímóti Kyndli, sum neistakvinnur taptu 17-19

Veteranurin hjá Neistanum, Jacklin Durhuus heldur, at tær áttu at havt fingið nøkur fleiri brotskøst í oddauppgerðini ímóti Kyndli, sum neistakvinnur taptu 17-19

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við veteranin hjá Neistanum, Jacklin Durhuus, aftaná neistakvinnur høvdu tapt 17-19 (6-7) ímóti Kyndli í oddauppgerðini í hvonndeildini.

 

Jacklin Durhuus helt, at tað var, sum vanligt er í dystum millum kyndilskvinnur og neistakvinnur, at tað var ikki nakað vakurt spæl, men ein harður og spennandi dystur.

 

Jacklin Durhuus helt fyri, at neistakvinnur blivu snýttar fyri nøkur brotskøst í dystinum. Nakað, sum kundi havt koppað dystin teirra veg.

 

Um, at tað gingu næstan 19 minuttir áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál, greiðir Jacklin Durhuus frá, at tað bleiv, sum ein ónd ringrás, har tær høvdu fleiri góð álop, men tær fingu bara ikki bóltin í málið ta fyrstu longu løtuna av dystinum.