Óli G. Samuelsen ársins eldsál

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Gallaveitslan fyri flogbóltsfólkið er byrjað á Giljanesi, og Flogbóltssamband Føroya hevur í ár valt at útluta eina eyka viðurkenning – Ársins Eldsál. 

Vinnarin av hesum gjørdist Óli G. Samuelsen, sum hevur ferðast runt landið í sambandi við frásagnir fyri FM 1, eins og hann hevur verið knýttur at fleiri at tiltøkunum, sum hava verið í ár og árunum undan hesum, skrivar Flogbóltssambandið.

 ##med2##

Óli G. Samuelsen hevur seinnu árini verið partur av toyminum hjá FM1, har hann millum annað er vertur á Sportboxini og øðrum sendingum. Hartil hevur hann útmerkað seg sum frásøgumaður í flogbólti. Her hevur hann sagt frá bæði landskappingardystum og landsdystum kring Evropa.

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Mynd: (Flogbóltssambandið) Óli G. Samuelsen