Ongar oyggjaleikir í 2021

Á árliga aðalfundinum hjá IIGA, oyggjaleikafelagsskapinum, bleiv boðað frá, at tað verða ongar oyggjaleikir í 2021

Tað verður ikki møguleiki fyri at fegnast um føroysk oyggjaleikagull komandi summar. Savnsmynd

Tað verður ikki møguleiki fyri at fegnast um føroysk oyggjaleikagull komandi summar. Savnsmynd

Á facebook-vanganum hjá IIGA, International Island Games Association, stendur at lesa, at á aðalfundinum í dag boðaði formaðurin, Jørgen Pettersson, frá, at tað vera ongar oyggjaleikir á Guernsey í 2021. 

Orsøkin er sjálvsagt korona, og hjá IIGA siga tey seg vóna, at leikirnar vera fyribils útsettar, til umstøðurnar vónandi loyva, at man kann hava leikirnar aftur.

Tað verður ikki møguleiki fyri at fegnast um føroysk oyggjaleikagull komandi summar. Savnsmynd