Ongin Lewandowski – Neymar kann hevna finalutapið

Champions League: Tað verður ein endurtøka av finaluni í kvøld, men hon verður uttan Robert Lewandowski

Í kvøld verða tvær tær seinnu av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Í Sevilla tekur FC Porto móti Chelsea, meðan tað verður ein endurtøka av finaluni frá í fjør, tá Bayern Munchen tekur móti Paris Saint Germain.

Heimaliðið verður uttan stóru stjørnuna Robert Lewandowski. Hann hevur fingið ein knæskaða, ið ger at áleyparin møguliga heldur ikki verður tøkur til returdystin í fjórðingsfinaluni, sum verður 13. apríl.

Bayern Munchen verður eisini uttan Serge Gnabry, ið hevur fingið staðfest koronu, og Corentin Tolisso og Douglas Costa, ið eru skaddir. Jerome Boateng og Alphonso Davies sótu yvir við leikbanni í toppdystinum móti RB Leipzig um vikuskiftið, so teir eru frískir til dystin í kvøld.

Gestirnir úr París hava nakað at hevna, eftir at teir taptu í finaluni í fjør. Neymar er umstríddur í løtuni, eftir at hann fekk sítt triðja reyða kort upp á 14 dystir í fronsku landskappingini. Hann er klárur og tøkur til dystin í kvøld, men spurningurin er um hann klárar at hevna tapið frá finaluni.

Leandro Paredes hevur leikbann, og Marco Verratti og Alessandro Florenzi hava báðir fingið staðfest koronu. Daniel Pereira er ivasamur. Paris Saint Germain hevur eitt sterkt álop við Neymar og Kylian Mbappé. Franska høvðusstaðarliðið hevur skorað í 42 av 43 teimum seinastu dystunum í Champions League. Einasta undantakið var í 1-0 ósigrinum fyri júst Bayern Munchen í finaluni í fjør.

Møguligar uppstillingar:

Bayern: Neuer; Pavard, Süle, Alaba, Davies; Kimmich, Goretzka; Sané, Müller, Coman; Choupo-Moting 

PSG: Navas; Kehrer, Marquinhos, Kimpembe, Diallo; Gueye, Danilo; Kean, Di María, Neymar; Mbappé