Ormurin verður ikki tikin

10-mannafør: Drekin Reyði var eina bátslongd aftanfyri Havnarbátin

Tað gekk, sum tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 10-mannaførini kappaðust á sundalagsstevnu í Klaksvík.

Ormurin Langi legði seg beinanvegin á odda, og Ormurin Langi var fremstur allan teinin.

Á málinum vóru tað meiri enn fýra bátslongdir aftur til teir báðar næstu bátarnar.

Havnarbáturin hevði undan hesum róðrinum fingið ein avbjóðara. Drekin Reyði hjá Argja Róðrarfelag er mannaður og hevur seinastu vikurnar verið at sæð á Havnarvág.

Í dag var Drekin Reyði í kapping við Havnarbátin um at vera næstfremst. Ta kappingina vann Havnarbáturin, sum var tað mesta av einari bátslongd undan Drekanum Reyða.

At hesir báðir bátarnir – Havnarbáturin og Drekin Reyði – skulu megna at gera nakað við Ormin Langa fram til á ólavsøku er ógvuliga lítið sannlíkt.

1

Ormurin Langi - RK

04:37.45

7

2

Havnarbáturin

04:46.31

6

3

Drekin Reyði

04:48.25

5