Otto ger sítt fyri at skapa stemning til stóru dystirnar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við DJ og hallarvarpara, Otto Immanuel Jacobsen undan kvinnufinaluni

Mynd av Facebook-vegginum hjá Otto Immanuel Jacobsen, ið er DJ og hallarvarpari í dag

Mynd av Facebook-vegginum hjá Otto Immanuel Jacobsen, ið er DJ og hallarvarpari í dag

##med2##

Ein DJ, plátuvendari ella "skivujassur", sum teir gomlu nevndu tað er sera týdningarmikil tá ein góður stemningur skal skapast til teir stóru hondbóltsdystirnar.

Ein týdningarmikil maður í hesum sambandinum er DJ og hallarvarpari, Otto Immanuel Jacobsen úr Klaksvík.

Otto sigur, at tað er ein fragd og ein heiður at vera biðin at vera DJ og hallarvarpari til steypafinalur, FM-finalur og landsdystir, og hann livir stórt uppá tað fleiri dagar aftaná.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Otto Immanuel Jacobsen undan steypafinaluni hjá kvinnunum millum H71 og VÍF. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá kvinnufinaluni. Viðmerkjari er Turið Arge Samuelsen. Sjúrður H. Hoydal verður reportari á gólvinum í samband við steypahandanina.

Til mansfinaluna verður Tróndur Arge reportari á gólvinum, og Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá mansfinaluni millum H71 og Kyndil.

Samrøður, steypanhandan o.a. kemur alt út á in.fo.

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Mynd av Facebook-vegginum hjá Otto Immanuel Jacobsen, ið er DJ og hallarvarpari í dag

(Samrøða: Otto Immanuel Jacobsen, DJ og hallarvarpari)