Ovurfegnir sundalagsmenn og vónbrotnir TB-arar (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu EB/Streymur vann týðandi 2-0 sigur á TB, og hoyr ein fegnan Andras Olsen hjá EB/Streymi og ein vónbrotnan Jens Erik Bruhn hjá TB

EB/Streymur var omaná móti TB við Margáir í Streymnesi í dag

EB/Streymur var omaná móti TB við Margáir í Streymnesi í dag

##med2##

Seinastu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki gjørdist gyltir hjá EB/Streymi í dag. Tá fekk EB/Streymur tvey mál í heimadystinum móti TB við Margáir, og nú hevur EB/Streymur fingið síni fyrstu stig og síni fyrstu mál hetta kappingarárið.

Andras Olsen, ið kom inn fyri EB/Streym seinasta korterið av dystinum dylur ikki hvussu týðandi var fyri hann og liðfelagarnar bæði at vinna dystin fyri liðið, og ikki minst at vinna dystin fyri mongu trúføstu EB/Streyms-viðhaldsfólkini.

Var lagið gott hjá Andrasi Olsen var støðan ein onnur hjá Jens Erik Bruhn hjá TB, ið var skiftur út tá eitt korter var eftir. Jens Erik Bruhn finst harðliga at, at teir í TB ikki duga betri at samskifta og finna hvønn annan, og hann staðfestir eitt stórt vónbrot hjá TB.

EB/Streymur - TB 2-0 (2-0)

1-0: Gutti Dahl-Olsen (40.)

2-0: Niklas T. Kruse (44.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum málunum hjá EB/Streymi. Hans Pauli Samuelsen var viðmerkjari.

2) Hoyr Hans Paula Samuelsen taka samanum dystin. Hans Pauli steðfestir, at tað var ikki so vakurt, men tað kann vera líkamikið tí EB/Streymur vann ein sera týðandi dyst í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan Andras Olsen hjá EB/Streymi.

4) Hoyr ógvuliga stuttu samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera vónbrotnan Jens Erik Bruhn hjá TB. 

##ms##

EB/Streymur var omaná móti TB við Margáir í Streymnesi í dag

(Hoyr málini EB/Streymur-TB 2-0, samanumtøku hjá Hans Paula Samuelsen, og samrøður við Andras Olsen og Jens Erik Bruhn)