Pablo, Jón og Annfinn taptu allir í einmansleiki í tennis

(OYL) Pablo Merin, Jón Brekku og Annfinn Gaard taptu allir sínar dystir 0-2 í einmansleiki í tennis í dag

Pablo Merin og hinir tríggir á føroyska tennisliðnum taptu dystirnar sum vóru spældir í einmansleikinum í tennis í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Pablo Merin og hinir tríggir á føroyska tennisliðnum taptu dystirnar sum vóru spældir í einmansleikinum í tennis í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Pætur M. Dahl, Pablo Merin, Jón Brekku og Annfinn Gaard hava allir spælt dyst í einmansleiki í tennis í dag. 

Í morgun spældi Pætur M. Dahl móti Callum Theaker av Cayman-oyggjunum í innleiðandi umfarinum. 

Pætur var væl í tí fyrra settinum sum hann tapti 4-6. Seinna settið vann Callum Theaker 6-2.

Seinnapartin spældi Pablo Merin dyst í øðrum umfari móti Filip Devallius av Gotlandi. Pablo tapti greitt 0-2. Settmunurin var 0-6 og 0-6.

Eitt vet frægari gekk tað hjá Annfinn Gaard, ið eisini tapti 0-2 móti Jack Hodges av Jersey. Settmunurin var 0-6 og 1-6. Talan var um dyst í innleiðandi umfarinum.

Jón Brekku tapti eisini 0-2 í innleiðandi umfarinum móti Robert Comber av Oynni Man. Settmunurin var 2-6 og 1-6.

 

 

 

Pablo Merin og hinir tríggir á føroyska tennisliðnum taptu dystirnar sum vóru spældir í einmansleikinum í tennis í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)