Pætur: Hetta er øðiliga tungt (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan og veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen lýsa tungu gongdina hjá Skála

Tað er beint omanfyri frostmarkið hjá Pæturi Dam Jacobsen og hinum á Skála, eitt neyðars stig aftaná 14 dystir (Savnsmynd)

Tað er beint omanfyri frostmarkið hjá Pæturi Dam Jacobsen og hinum á Skála, eitt neyðars stig aftaná 14 dystir (Savnsmynd)

##med2##

Skála hevur fingið eitt av 42 møguligum stigum og 41 mál eru farin inn, og í løtuni sær ikki bjart út hjá teimum á vestara armi av Skálafjørðinum.

- Hetta er tungt, og hetta hevur leingi verið tungt sigur Pætur Dam Jacobsen, liðskipari og veteranur sum minnist mangar betri dagar hjá Skála, bæði fyrst í hesari øldini og eisini undanfarnu árini.

Í kvøld gjørdist talan um eitt svíðandi 1-3 tap móti EB/Streymi í einum dysti, har Skála hevði hart brúk fyri at fáa stig.

Skála – EB/Streymur 1-3 (1-1)

0-1: Arnbjørn Hansen (5.)

1-1: Poul Kallsberg (25.)

1-2: Gutti Dahl-Olsen (55.)

1-3: Tóki Johannesen (90+)

Á ljóðfíluni omanfyri ber tl at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Pætur Dam Jacobsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. 

Tað er beint omanfyri frostmarkið hjá Pæturi Dam Jacobsen og hinum á Skála, eitt neyðars stig aftaná 14 dystir (Savnsmynd)

(Samrøða: Pætur Dam Jacobsen)