Pætur hevur valt felag

Nú er tað greitt, at framrættaði spælarin heldur fram í HB

Tað hevur verið ivi um, hvar Pætur J. Petersen fór at spæla í 2020. Um tað varð í Føroyum, so fór tað at vera í HB. Møguleikin fyri at flyta av landinum hevur eisini verið nevndur, men í kvøld boðar heimasíðani hjá HB frá, at Pætur J. Petersen eisini í 2020 fer at spæla við HB

– Eg føli meg heima her.

Tað sigur Pætur J. Petersen við heimasíðuna hjá HB, nú hann hevur undirskrivað sáttmála, sum er galdandi fyri næsta kappingarár. Skálvíkingurin kom til undan hesum kappingarárinum úr EB/Streymi, og steðgurin verður í hvussu er eitt ár afturat. Í 2019 spældi hann tilsamans 34 dystir, og skoraði 8 mál.

Pætur hevur royndarvant uttanlands í vetur og hugsaði seg væl um, áðrenn hann tók ta endaligu avgerðina um, hvar hann skuldi spæla í 2020.

– Eg føli meg heima í HB, og valið stóð millum at halda fram her, ella at royna meg uttanlands. Eg hevði eitt gott prát við Berthel, og mátin hann vil hava okkum at spæla, passar væl til mín egna spælistíl. HB er í einari professionellari tilgongd, og tað vil eg gjarna verða ein partur av.

– Persónliga vil eg lyfta mítt spæl á eitt hægri støði, og gerast ein týdningarmikil brikkur í offensiva spælinum. Eg vil geva mítt íkast til, at vit kunnu spæla við, har tað er stuttligt. Stutt sagt, eg vil undirhalda fjøldina, leggur hann afturat.

Harvið er enn ein leikari komin upp á pláss, og hópurin til komandi kappingarár er við at taka skap. Vit ynskja Pæturi til lukku við nýggja sáttmálanum, siga tey í HB.

Leygardagin boðaði HB frá, at Daniel Johansen eisini í 2020 fer at spæla við HB. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 2015 og hevur fyri tað mesta verið vongverji í vinstru og á miðvøllinum.