Pætur M. Dahl tapti í einmansleiki í tennis

(OYL) Pætur M. Dahl var væl við í fyrsta setti. Pablo Merin, Annfinn Gaard og Jón Brekku spæla seinni í dag.

Pætur M. Dahl tapti 0-2 (4-6 og 2-6) í innleiðandi umfarinum í einmansleiki

Pætur M. Dahl tapti 0-2 (4-6 og 2-6) í innleiðandi umfarinum í einmansleiki

Pætur M. Dahl megnaði ikki at vinna seg víðari í høvuðskappingini í einmansleiki í tennis.

Í morgun spældi Pætur M. Dahl móti Callum Theaker av Cayman-oyggjunum.

Pætur var væl í tí fyrra settinum sum hann tapti 4-6. Seinna settið vann Callum Theaker 6-2.

Klokkan 12.30 spælir Pablo Merin í øðrum umfari móti Filip Devallius av Gotlandi, ið er nummar 15 í seedingini. Pablo Merin trekti fríkort í innleiðandi umfarinum - Last 64 - men tað eru ikki 64 spælarar meldaðir til kappingina í einmansleiki, og tí hava summir spælarar trekt fríkort til annað umfar, og var Pablo Merin ein av hesum. 

Klokkan 17 spælir Jón Brekku móti Robert Comber av Oynni Man. Klokkan 17 spælir Annfinn Gaard móti Jack Hodges av Jersey. Hjá Annfinni og Jón er talan um dystir í tí innleiðandi umfarinum.

##ms##

Pætur M. Dahl tapti 0-2 (4-6 og 2-6) í innleiðandi umfarinum í einmansleiki