Pætur og Niklas royndu seg á strikuni

Pætur Mikkjalsson og Niklas Højgaard Hanusarson spældu fyrsta A-landsdystin – Les teirra viðmerkingar her

Niklas Højgaard Hanusarson roynir at órógva BSV-álopið í sinum fyrsta landsdysti

Niklas Højgaard Hanusarson roynir at órógva BSV-álopið í sinum fyrsta landsdysti

Venjingardysturin ímóti BSV var sterk mótstøða fyri føroyska landsliðið, og ikki minst fyri teir fýra, ið spældu sín fyrsta landsdyst.

Føroyska liðið hevði fingið fleiri avboð, og milum annað teir báðir strikuleikararnir, Rókur Akralíð og Helgi Hildarson Hoydal vóru ikki tøkir. Hetta gav pláss til Pætur Mikkjalsson, ið skifti frá Neistanum til H71 í summar, og Niklas Højgaard Hanusarson, ið er skiftur úr júst H71 til danska FIF í summar.

Pætur: Tað er góður lærdómur

Teir báðir strikuleikararnir vóru heldur misjavnt nøgdir við hvussu fyrsti landsdysturin var gingin, men báðir vóru teir ernir um at spæla sín fyrsta landsdyst

- Persónliga eri eg ikki so væl nøgdur, eg haldi at eg geri nakrar býttar feilir, sigur Pætur Mikkjalsson við in.fo eftir dystin, áðrenn hann leggur afturat at tað verður betri jú fleiri royndir hann fær.

- Sum heild byrja vit væl, og tað riggaði væl við nógvu nýggju leikarunum, men sum frá líður verður tað meira fløkjasligt.

- Sjálvandi tímur eingin at tapa við átta málum, men vit vistu at hetta var torfør mótstøða, og vit mangla eisini einar fimm leikarar í mun til vanligt, sigur nýggi landsliðsleikarin og heldur fram:

- Men eg haldi tað er umráðandi at allir sleppa at spæla, og at vit allir fáa royndirnar – tað var góður lærdómur, staðfestir Pætur Mikkjalsson og leggur at enda afturat, at hann er sera fegin um at uppliva allan stuðulin, ið verður sýndur landsliðnum í hesum døgum.

Niklas: Vit fáa at síggja hvørjum vit skulu arbeiða ímóti

Hin nýggi strikuleikarin á landsliðnum, Niklas Højgaard Hanusarson má bara taka undir við atmótstøðan var stór.

- Hetta eru topp-professionellir leikarar, men eg haldi vit gera tað væl. Vit eru eisini frammanfyri við trimum málum ein stóran part av dystinum, men so fáa vit ov nógvar útvísingar og gera ov nógv mistøk í álopinum og tá verður tað hart og endar við átta málum á muni. Tað haldi eg ikki sigur hvussu dysturin gekk, sigur ungi strikuleikarin.

Føroyar skifti nógv út í dystinum, og strikuleikarin heldur at tað er umráðandi.

- Vit yngru sum eru við fyri fyrstu ferð fáa at síggja hvørjum vit skulu arbeiða við. Tað eru sjálvandi rættiliga blandaðar kenslur, tí at eg brenni tveir fríar møguleikar, og kundi eisini gjørt tað betri í onkrum støðum í verjuni.

Strikuleikarin er farin til Danmarkar at spæla hondbólt við nýggja føroyingakæra felagnum, FIF, har ið hann skal spæla við Róa Berg Hansen, Tóraldi Kollsker og Jónasi G. Djurhuus. Longu áðrenn kappingin er byrjað hevur hann so fingið at kenna hvussu tað er at spæla ímóti einum tí besta liðnum í Danmark.

- Ja, nú havi eg so upplivað hvussu danskur hondbóltur er, flennir nýggi landsliðsleikarin, ið greiðir frá at skiftið er ein roynd at kanna hvussu langt førleikarnir kunnu mennast og røkka til. Vónin er at tað kann røkka til fleiri landsdystir, sigur Niklas Højgaard Hanusarson at enda.

Niklas Højgaard Hanusarson roynir at órógva BSV-álopið í sinum fyrsta landsdysti