Pætur til Danmarkar

SUS Nyborg er nýggjasta føroyingafelagið

Pætur Mikkjalsson við tí minniligasta av sínum sjey Evropa Cup málum, tá ið hann boksaði leysa bóltin í málið hjá slovenska felagnum, Maribor

Pætur Mikkjalsson við tí minniligasta av sínum sjey Evropa Cup málum, tá ið hann boksaði leysa bóltin í málið hjá slovenska felagnum, Maribor

Sterki strikuleikarin, Pætur Mikkjalsson, hevur skrivað undir sáttmála við danska felagið SUS Nyborg, ið júst er flutt upp í donsku 1. deild - næstfremsta danska deildin.

Pætur Mikkjalsson fær millum annað Trónd Mikkelsen sum liðfelaga. Hann skrivaði fyrr í summar sáttmála við sama felag.

Sí eisini: Neistatoppskjúttarnir fara niður

Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen kennast sum liðfelagir í Neistanum, og sum mótstøðumenn farna kappingarár, tá ið Pætur spældi í H71.

Somuleiðis kenna teir venjaran, Mads Rydal, sum farna kappingarár var eina tíð í Neistanum sum høvuðsvenjari, og eftir jól í H71 sum hjálparvenjari.

23 ára gamli Pætur Mikkjalsson hevur umboðað Føroyar í fleiri venjingardystum, og er eisini úttikin til landsliðsvenjingarnar í summar.

Hann spældi á føroyska U21-landsliðnum, sum var til HM í Algeria í 2017, og skoraði eisini fyrsta málið hjá einum føroyskum landsliði í endaspæli nakrantíð.

Úr Savninum:

Pætur Mikkjalsson gjørdist søguligi málskjúttin

Eitt heilt serligt mál

Í SUS Nyborg fegnast tey um nýggjasta føroyingin í felagnum í grein á heimasíðuni, har tey millum annað skriva, at Pætur Mikkjalsson við sínum 190 sentimetrum og 105 kiloum hevur møguleika at gerast ein avgerandi styrkur fyri SUS Nyborg.

Pætur Mikkjalsson skoraði farna kappingarár 40 mál í Okkaradeildini, sjey mál í Europa Cup og 18 mál í Faxe Kondi-kappingini*

*Hagtøl: Ítrottarsosialurin

Pætur Mikkjalsson við tí minniligasta av sínum sjey Evropa Cup málum, tá ið hann boksaði leysa bóltin í málið hjá slovenska felagnum, Maribor