Pætur var trífaldur málskjútti

Skála var væl við í ein tíma, men so skrædnaði tað ímóti HB í Gundadali

Tað er ikki so lítið, sum bendir á, at tað bíðar Pæturi J. Petersen eitt gott kappingarár. Í dag átti HB heimavøll ímóti Skála í VFF kappingini. Heimaliðið vann 5-0, og Pætur J. Petersen skoraði hattrikk. Hann skoraði trý tey fyrstu málini.

Nýggja Skálaliðið var í verjukendari útgávu, og nógv tað mesta av tíðini var HB í álopi.

HB leiðslan var bara eitt mál, tá ið ein tími var farin, so skrædnaði, og HB vann 5-0.

Pætur J. Petersen setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og hann økti til 2-0, tá ið ein tími var farin. Tíggju minuttir undan leikloki umsetti Pætur J. Petersen brotsspark til mál og so var hatttrikkið veruleiki.

Fýra minuttir seinni átti Pætur J. Petersen uppleggið, tá ið miðvallarin Mathias Nygaard økti til 4-0, og Adrian Justinussen staðfesti 5-0 sigurin við brotssparki.

Hjalti Strømsten og Mikal á Reynatrøð, sum higartil hava spælt við Víkingi, vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Skála.