Pál er nøgdur við fyrsta dagin hjá svimjingini (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við Pál V. Joensen um avrikini ígjár, umstøðurnar og vónirnar fyri svimjarunum sum skulu kappast í kvøld

Mynd tikin fyrrapartin í dag av Pál Vitalis Joensen

Mynd tikin fyrrapartin í dag av Pál Vitalis Joensen

##med2##

Fyrrapartin hittu vit Pál Vitalis Joensen úti við svimjihylin á Oyggjaleikunum í Gibraltar.

Pál Vitalis Joensen fegnast um, at svimjararnir vunnu fýra gullheiðursmerki, men tað var eitt minus, at tað ikki eydnaðist Óla Mortensen at vinna gull í 200 metrar firvald. 

Pál greiðir frá, at tað hoyrir eisini til søguna, at summar av hinum oyggjunum eru hækkaðar munandi í støði.

Pál heldur, at umstøðurnar eru framúr góðar, serliga met í mun til hvussu umstøðurnar hava verið á oyggjaleikum áður.

Vit fingu eisini Pál at seta orð á hvørjar vónir hann hevur fyri svimjarunum hjá okkum, ið skulu í hylin í kvøld.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Pál Vitalis Joensen fyrr í dag. 

##med3##

 

 

Mynd tikin fyrrapartin í dag av Pál Vitalis Joensen

(Samrøða við Pál Vitalis Joensen)