Pál: Umstøðurnar til oyggjaleikirnar mangan vánaligar (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við svimjandi venjaran, Pál Vitalis Joensen um farnar oyggjaleikir, og oyggjaleikirnar í Gibraltar

Mynd frá filminum "The Pál Effect"

Mynd frá filminum "The Pál Effect"

##med2##

Í bóltítrótti hoyrir man javnan um "leikandi venjarar". Føroyar fara til oyggjaleikirnar í Gibraltar at hava ein svimjandi venjara, nevnliga svimjilegenduna, Pál Vitalis Joensen sum ætlandi fer at taka nøkur tørn í stafettinum fyri at lætta um byrðuna hjá hinum svimjarunum.

Uttandura svimjihylurin í Gibraltar verður ein avbjóðing hjá svimjarunum, serliga ryggsvimjarunum, ið ikki hava nakað at miða eftir undir kappingunum. Men á plusssíðuni er, at tað er møguligt at svimja av, og tað er sera týdningarmikið, greiðir Pál Vitalis Joensen frá. 

Pál Vitalis Joensen vónar, at føroyski svimjihóparin kann, ið hvussu er gera tað líka gott sum til undanfarnu leikirnar.

Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 hevur gjørt við Pál Vitalis Joensen.

Pál Vitalis Joensen vann heili 27 oyggjaleikagull millum 2007 og 2015. Fyrstu leikirnir hjá honum á Rhodos vóru serligir, men tað var eitt áramál, har hann vektaði EM og HM hægri enn oyggjaleikirnar. Pál staðfestir, at tað hevur verið mangan, at umstøðurnar hava verið vánaligar í svimjihallunum á oyggjaleikunum. 

Mynd frá filminum "The Pál Effect"

(Samrøða við Pál Vitalis Joensen)