Pál, Vár og Óli hava vunnið flest

Svimjing.com: Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Pál Vitalis Joensen, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Óli Mortensen hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing. Tað vísur ein søguligur listi, sum heimsíðan, Svimjing.com, hevur lagt fram.

- Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er nú dagførdur. Á Gibraltar í ár vunnu føroysku svimjarnir 13 gull, seks silvur og átta bronsur, ella meira enn onnurhvør gull og silvur og um triðuhvørja bronsu hjá føroyingum, og gjørdu sítt til, at Føroyar endaðu á triðaplássi samanlagt. Svimjarnir fingu haraftrat 13 fjórðapláss, skrivar svimjing.com.

 ##med2##

Sagt verður eisini, at føroyska svimjilandsliðið enn er í einum gullstima, sum byrjaði á Rodos í 2007. Í alt hava føroysku svimjarnir vunnið 114 gull, 83 silvur og 100 bronsur á ymsum oyggjaleikum. Onnurhvør bronsa, tvær av trimum silvur, og tríggjar av fýra gull eru vunnar á teimum seinastu seks oyggjaleikunum, sum svimjararnir hava luttikið í.

- Eftir oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013, tá Svimjisambandið valdi ikki at luttaka, var landsliðið mestsum alt skift út, við undantakið av Páli Vitalis Joensen og Astrid Foldarskarð. Men tað ávirkaði ikki úrslitini hjá svimjarunum. Í ár hava allir føroysku svimjarnir vunnið heiðursmerki, sum siður hevur verið á landsliðnum síðan Rodos, skrivar svimjing.com.

Pál er mest vinnandi

Tað er framvegis Pál V. Joensen, sum er mest vinnandi føroyski svimjarin á oyggjaleikum, men við hetta lag fær hann kapping í framtíðini, tí Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Óli Mortensen, Signhild Joensen, Alvi Hjelm og Róland Toftum vinna heiðursmerki í hópa tali.

##med3##

- Vár E. Eidesgaard og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag hava gjørt ordilig hál og liggja nú ovast á listanum av heiðursmerkjavinnarum eftir Pál Vitalis Joensen. Signhild Joensen úr Ægir, Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelag og Róland Toftum úr Susvim hava eisini vunnið gull, og eru tí flutt upp á listanum, skriva svimjing.com.

##med4##

Mynd: (Svimjing.com) Vár E. Eidesgaard í miðjuni við gulli um hálsin

Mynd: (Svimjing.com) Óli Mortensen

Mynd: (Svimjing.com) Síggj allan listan yvir oyggjaleikavinnarum við at vitjan svimjing.com