Tvingandi neyðugt at sigra á Leicester

Høvuðsvenjarin hjá Arsenal staðfestir, at bara heimasigur ímóti Leicester kann brúkast

Aftaná 25 umfør er Leicester City oddalið í Premier League við 53 stigum. Teimum á baki eru Tottenham og Arsenal við 48 stigum. Komandi sunnudag klokkan 12 møtast Arsenal og Leicester á Emirates leikvøllinum í London.

 

Høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger staðfestir, at tað er tvingandi neyðugt hjá Arsenal at vinna heimadystin ímóti Leicester: - Heimadysturin ímóti Leicester er ein góður møguleiki hjá okkum. Um vit framvegis ynska at verað við í stríðnum um meistaraheitið, so mugu vit vinna dystin, staðfesti Arsene Wenger á tíðindafundi fyrr í dag. 

 

Arsene Wenger fæst ikki at siga, at Arsenal eru favorittar til stórdystin: - Talan er um ein stóran dyst, bæði fyri okkum og fyri Premier League. Leicester hevur bergtikið øll við at vinna á bæði Manchester City og Liverpool, og nú síggja øll øðrvísi uppá Leicester, og nú eru teir favorittar til at vinna Premier League, segði Arsene Wenger í eini roynd at skumpa favorittstøðuna yvir til Leicester.