Palli: Tí er Veljko komin til FC Suðuroy

Tað hevur skapt kjak, at ein serbiskur spælarin er komin til FC Suðuroy. Nú greiðir venjarin frá hvussu tað hongur saman

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.

Í dag bleiv kunngjørt, at Veljko Vukovic verður partur av hópinum hjá FC Suðuroy til seinnu hálvu. Tað hevur skapt nakað av spurningum í lokalumhvørvinum, at ein 31 ára gamal serbiskur miðvallari er komin til eitt felag, sum spælir í 2.deild.

- Onkur hevur sett spurnartekin við hví vit fáa okkum spælara úr Serbia, nú vit spæla í 2. deild. Veljko spældi við TB í fjør, og saman við familjuni dámdi honum væl at verða á Tvøroyri og í Føroyum. Tá hann ikki fekk nýggja sáttmála við TB, valdi hann at søkja um arbeiðsloyvi, soleiđis at tey kundu koma aftur til Føroya at arbeiða á Delta á Tvøroyri, sigur Palli Augustinussen og leggur afturat:

- Veljko fekk arbeiðsloyvi vid Delta uppá pláss fyrr í summar, og flytur við familjuni til Tvøroyar 1. septembur. Tá hann sum serbi kemur til Føroya at arbeiða, kann hann ikki bæði hava avtalu við Delta og við fótbóltsfelag. Tískil kann hann ikki skriva sáttmála vid nakað fótbóltsfelag. Tad krevst av Fótbóltssambandinum, at spælarar í Betri deildini skulu hava sáttmála, men tað er ikki galdandi fyri 1. deild og 2. deild. Tí kann hann koma at spæla við okkum sum áhugaleikari, og harvið uttan løn. Tað skal hann verða hjartaliga vælkomin til, sigur Palli Augustinussen.

Hetta var eisini støðan, sum Pedro Taracon Anton kom í fyrr í ár. Hann skifti til AB og skuldi spæla í betri deildini, men hann hevur ikki fingið familju samanføring enn, og kann tí bara spæla í næstbestu deildini ella lægri. AB og Pedro valdu at enda sáttmálan, tá tað bleiv greitt at hann ikki kundi spæla.

- Vit hava útflutt nógvar leikarar og tað er ikki ofta, at spælarar flyta til oynna, men tá tað hendir, mugu vit gera okkum dælt av tí.  Vónandi kemur hann at lyfta støðið enn meira og hjálpa teimum ungu á okkara liði, sigur Palli Augustinussen at enda.

FC Suðuroy er í løtuni nummar tvey í 2. deild.

Mynd: (FC Suðuroy/Suðurrás) Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.