Pauli skal undir skurð - Kann missa EM-kappingina

17 ára gamli úrmælingurin verður helst ikki á hondbóltsvøllinum aftur fyrr enn næsta kappingarár

Stórtalentið, Pauli Mittún, hevur fingið sera tung boð um skaðan hjá sær

Stórtalentið, Pauli Mittún, hevur fingið sera tung boð um skaðan hjá sær

17 ára gamli European Open-vinnarin, Pauli Mittún hevur havt eitt gott fyrsta kappingarár í vaksnamannahondbólti við H71, har hann er tann av European Open-vinnarunum, ið hevur skotið flest mál í føroyskum hondbólti hetta kappingarárið.

Men nú hevur kappingarárið fingið ein keðiligan enda vegna skaða.

Einar Jónsson, H71-venjari, segði við in.fo áðrenn steypafinalurnar, at Pauli Mittún stríddist við skaða, men framvegis var bíða eftir einari staðfesting frá lækna um, hvussu støðan var við skaðanum hjá unga úrmælinginum á vinstra bakki.

Pauli Mittún var í hópinum, men spældi ikki í steypafinaluni, og tað hevði sína orsøk.

Boðini frá læknanum høvdu verið tung.

Pauli Mittún sigur við in.fo, at ein riva er komin í eitt týðandi liðband í økslini, og tað krevur skurðviðgerð.

Nú skal leikarin undir skurð, ganga við arminum í fetli í seks vikur og síðani undir uppvenjing.

- Tað kann taka ímillum tríggjar og seks mánaðar, sigur Pauli Mittún, ið leggur afturat at tað er lítið sannlíkt at tað bert skal taka tríggjar mánaðar. Tað kann eisini ganga ein mánaði áðrenn leikarin sleppur undir skurðviðgerðina, sum fer fram í Danmark.

- Eg havi fingið ein ordiliga dugnaligan lækna, sum hevur ásett meg at fara undir skurð 17. mars, men vit ætla at vita um tað ikki kann gerast skjótari, sigur Pauli Mittún.

Hetta merkir, at Pauli Mittún verður neyvan at síggja á H71-liðnum sum stríðist um fjórða Føroyameistaraheitið á rað. Seinasti dystur í Okkaradeildini er í seinasta lagi 21. apríl

Harafturat skal føroyska U18-landsliðið spæla EM-kapping í Bulgaria í 17. til 23. august, har stóra málið er at spæla seg til eitt endaspæl, men tað kann so eisini vera uttan umráðandi bakkin.

- Sjálvandi er tað ein vón, og um eg eri heppin ber tað til, men tað er ikki so sannlikt, sigur Pauli Mittún við in.fo

 

17 ára gamli Pauli Mittún skoraði seks mál í 36-29 finalusigrinum á Svøríki í European Open. Hetta kappingarárið hevur hann skotið 44 mál í Okkaradeildini og fýra mál í Evropa Cup.

Stórtalentið, Pauli Mittún, hevur fingið sera tung boð um skaðan hjá sær