Pengar skilja Bruno og United

Premier League: Sporting Lisbon vil ikki lata Bruno Fernandes uttan nógvar pengar

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes vil sleppa til Manchester United

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes vil sleppa til Manchester United

Manchester United vil hava Bruno Fernandezs, og hann vil eisini til Manchester United, men portugisiska felagið hjá honum vil hava nógvar pengar.

Tað hevur leingi ljóðað, at Manchester United vil hava 25 ára gamla portugisiska miðvallaran Bruno Fernandes. Hann var á veg til Totenham farna summar, men skiftið bleiv av ongum. Nú skriva altjóða miðlar, at persónligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, men feløgini ikki kunnu semjast um prísin.

##med2## 

Sagt verður at Sporting Lisbon vil hava eitt hægri útgjald, og at treytirnar fyri møguligum eykagjøldum skulu verða meiri realistisk. Millum annað verður sagt at eitt av útgjøldunum bara verður útloyst, um Bruno Fernandes vinnur Ballon d’Or. Tað kann tykjast ósannlíkt í løtuni.

 ##med3##

Sjálvur hevur Bruno Fernandes víst sína ónøgd í seinastuni Millum annað við at masjera ónøgdur av vøllinum, eftir at Sporting Lisbon tapti fyri Braga í gjár. Umboðsmaðurin hjá Bruno Fernandes er kendi landsmaðurin, Jorge Mendes. Hann sigur við miðlar, at Bruno Fernandes antin skiftir í januar ella í summar, men vil ikki siga til havt fyri felag.

Manchester United skal í kvøld spæla móti Burnley.

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes vil sleppa til Manchester United

Mynd: (Scanpix) Jorge Mendes saman við sínum kendasta klienti, Cristiano Ronaldo (t.v)