Pernille og Bjarta buldra ímóti bestu deildini

Pernille Brandenborg skoraði tvey mál, tá ið Vendsyssel helt fast um oddasessin í donsku fyrstu deild

Bjarta Johansen (vm) og Pernille Brandenborg (hm) spældu landsdyst ímóti sveisiska liðfelaganum í Vendsyssel, Lisu Frey fyri ári síðani. Nú stevna tær ímóti einum av heimsins bestu hondbóltsdeildum

Bjarta Johansen (vm) og Pernille Brandenborg (hm) spældu landsdyst ímóti sveisiska liðfelaganum í Vendsyssel, Lisu Frey fyri ári síðani. Nú stevna tær ímóti einum av heimsins bestu hondbóltsdeildum

Felagið sum elskar føroyskar strikuleikarar, Vendsyssel, hevur fingið framúr byrjan á kappingarárið.

Føroyski landsliðsskiparin, Bjarta Osberg Johansen skifti fyri einum ári síðani til Vendsyssel, ið mátti stríðast hart at sleppa undan niðurflyting. Hon hevur ikki spælt hetta kappingarárið vegna barnsburð.

Liðskiparaleiklutin á landsliðnum er tí latin Pernille Brandenborg, sum hevur verið við í øllum átta dystunum hjá Vendsyssel í ár - og tað er gingið upp á stás.

Leygardagin skoraði føroyski verjuskiparin og strikuleikarin tvey mál, tá ið Vendsyssel hølvaði botnliðið, IF Stjernen, av.

Hetta var sjeyndi sigurin av átta møguligum. Einasta skøva í plátuni hevur verið ein javnleikur á útivølli ímóti Bjerringbro - Tá skoraði Pernille Brandenborg eisini tvey mál.

Vendsyssel liggur eisini á odda í donsku fyrstu deild. Fremstu kappingarneytarnir í løtuni eru Sønderjyske og Ringkøbing.

Vendsyssel vann eisini greiðan 24-17 sigur á Sønderjyske fyri viku síðani - Føroyski landsliðsskiparin skoraði eitt mál í týðandi sigrinum - og skal spæla umráðandi dyst á útivølli ímóti Ringkøbing um knappan mánað.

Pernille Brandenborg hevur skotið 10 mál í teimum átta dystunum.

Kappingarárið í fjør skoraði hon 35 mál í 23 dystum. Bjarta Osberg Johansen skoraði tá trý mál í 14 dystum.

Fremsta danska hondbóltsdeildin hevur onkrar av heimsins bestu leikarum, og hevur eisini áður havt føroyska luttøku.

Farna kappingarár spældu bæði Kristianna Henneberg Joensen (átta dystir) og Lív S. Poulsen (ein dyst) í HTH-liguni.

Heldur góða gongdin hjá Vendsyssel fram, kunnu føroyingar aftur síggjast í bestu deildini, tí støðan í donsku fyrstu deild sær soleiðis út eftir átta dystir:

LiðD V J T +/- Stig
1 Vendsyssel Håndbold 8 7 1 0 216 - 155 15
2 SønderjyskE 8 5 1 2 210 - 205 11
3 Ringkøbing Håndbold 7 5 1 1 195 - 141 11
4 Bjerringbro FH 8 4 2 2 208 - 186 10
5 Gudme HK 8 4 1 3 182 - 187 9
6 DHG 8 4 0 4 216 - 199 8
7 TMS, Ringsted 8 3 1 4 203 - 193 7
8 Roskilde Håndbold 6 3 0 3 135 - 131 6
9 Rødovre HK 8 2 1 5 185 - 207 5
10 Sæby HK 7 2 0 5 155 - 220 4
11 Hadsten Håndbold 6 1 2 3 138 - 150 4
12 IF Stjernen, Odense 8 0 0 8 154 - 223 0

 

 

Bjarta Johansen (vm) og Pernille Brandenborg (hm) spældu landsdyst ímóti sveisiska liðfelaganum í Vendsyssel, Lisu Frey fyri ári síðani. Nú stevna tær ímóti einum av heimsins bestu hondbóltsdeildum