Peter Krogh er vónbrotin hóast sigurin á Neistanum (FM1)

(FM1) Hoyr Peter Krogh, toppskjútta hjá H71 og venjaran hjá Neistanum, Mads Rydahl seta orð á dystin Neistin-H71 25-26 (11-17)

Toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh er alt annað enn nøgdur hóast H71 knógvaði ein sigur heim móti Neistanum

Toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh er alt annað enn nøgdur hóast H71 knógvaði ein sigur heim móti Neistanum

##med2##

Hoyvíkingar vunnu við einari margin uppá eitt sekund. Tróndur Mikkelsen hjá Neistanum var eitt sekund frá at skora innanfyri tíðina tá støðan við dystarenda var 26-25 til H71, men klokkan bjargaði hoyvíkingum sigurin.

Leingi vóru hoyvíkingar greitt á odda í grannadystinum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var H71 á odda 17-11, men í seinna hálvleiki vaknaði Neistin, og tað var um reppið, at teir bláu fingu bjargað sær eitt stig.

Toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh sum skoraði sjey mál er sera vónbrotin um dystin hóast sigurin: - Vit gevast at spæla hondbólt, sigur Peter Krogh sjálvatfinningarsamur.

Venjarin hjá Neistanum, Mads Rydahl er sera vónbrotin um avrikið í fyrra hálvleiki. Hinvegin er hann sera fegin um avrikið í seinna hálvleiki. Mads Rydahl heldur seg hava eitt ungt og evnaríkt lið, og hann væntar, at liðið hjá Neistanum fer at mennast nógv komandi tíðina.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra umframt samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Peter Krogh og Mads Rydahl eisini at hoyra spennandi dystarendan og eina samanumtøku hjá Claus Rasmussen, ið var viðmerkjari hjá FM1 í dag. 

Toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh er alt annað enn nøgdur hóast H71 knógvaði ein sigur heim móti Neistanum

(Neistin-H71, Okkaradeildin: Dystarendin og samrøður við Peter Krogh, Mads Rydahl og Claus Rasmussen)