Peter Krogh: Maribor vóru 10-15 prosent betri enn vit (FM1)

(FM1) Hoyr Halgir Dahl Olesen, viðmerkjara, Einar Jónsson, venjara og Peter Krogh taka samanum 24-31 tapið hjá H71 móti Maribor

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 í kvøld við seks málum

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 í kvøld við seks málum

##med2##

Maribor Branik vóru sera tendraðir, og gjørdi tað munandi betri í álopspartinum í tí seinna EHF Challenge Cup dystinum millum H71 og Maribor Branik.

Ávísar vónir vóru til H71 aftaná 25-24 sigurin fríggjakvøldið, men í kvøld kom Jeppe ongantíð í barónaseingina. Maribor Branik var á odda 17-10 í steðginum, og tann munin hildu teir til dystarendan. Talan gjørdist um ein 31-24 sigur, og harvið ein samlaðan 55-49 sigur til slovenska liðið.

Málskjúttar hjá H71 vóru: Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jakobsen 4, Pætur Mikkjalsson 2, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Pauli Mittún 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Hans Kári Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1 og Janus Dam Djurhuus 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá H71 siga frá dystarendanum.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Halgir Dahl Olesen taka samanum dystin. Halgir slær fast, at hóast eitt ávíst vónbrot í seinna dystinum, so er talan um kærkomnar altjóða royndir hjá hoyvíkingum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Einar Jónsson, høvuðsvenjara hjá H71, ið serliga var harmur um, at tað ikki gekk betri við álopsspælinum hjá H71. Einar er tó nøgdur við hugburðin og stríðsviljan hjá sínum monnum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Peter Krogh sum staðfestir, at Maribor Branik vóru 10-15 prosent betri enn H71 í kvøld, og tað gjørdist munurin. Peter er tó glaður fyri, at H71 er sloppið at royna seg í altjóða hondbólti, og vil gjarna sleppa at endurtaka tað í framtíðini. 

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 í kvøld við seks málum

(Samrøður: Halgir Dahl Olesen, Einar Jónsson og Peter Krogh)