Peter og Durita eru ársins verjuleikarar

Peter Krogh og Durita Christophersen Jojic vóru best í verjuni í ár

Heiðurin fyri ársins verjuleikari var latin fyri løtu síðani á ársins hondbóltsgallaveitslu.

Hjá kvinnum fekk Durita Christophersen Jojic tepurt heiðurin.

Sterka vestmannakvinnan fekk 30 atkvøður. Súna Krossteig Hansen fekk 29, meðan Durita Toftum Joensen fekk 28.

 

Hjá monnum var heldur greiðari.

Peter Krogh vann heiðurin við 37 atkvøðum frammanfyri Rasmus Søby og Rógva Dal Christiansen, ið fingu ávikavist 24 og 23 atkvøður.